Fleiri av heimasíðunum hjá Effodeildarliðunum hava greinar, sum onkursvegna fanga lesaran eftir hetta umfarið.
Fleiri av heimasíðunum hjá Effodeildarliðunum hava greinar, sum onkursvegna fanga lesaran eftir hetta umfarið.
Niðanfyri hava vit samlað nakað av tí, sum kanska fangar lesaran mest. Brotini eru tikin frá almennu síðunum hjá feløgunum.
Tað hevði sostatt ikki verið óuppiborið um HB var á odda 3 ella 4-0 í hálvleikinum. Teir tyktist at vera meira klárir og vildu tað meira. Hetta sást í nærdystinum, har HB vóru aggresivir og vóru allaroftast fyrstir á 2.bóltunum.
ki.fo
Í seinna hálvleiki løgdu vertirnir meira fyri. Uppskriftin var at senda langar bóltar fram, samstundis sum spælið bleiv harðrari og taklingarnar ógvusligari. Dagsins dómarar vóru við uppá KÍ-uppskriftina og lótu standa til.
hb.fo
Í miðlunum áðrenn dystin høvdu “serfrøðingarnir” ikki so nógv positivt at siga um okkara lið. Guð viti, hva teir siga nú? Men helst siga teir onki – royna at tiga sína feildøming burtur. Tað er teimum so líkt!
EB-Streymur.fo
Og eiga vit ikki eisini at hugsa meira enn eitt ár fram, og seta ungar leikarar við, ið verða teir, ið fara at bera liðnum uppi ?
Ella skulu vit bara hyggja eftir, meðan teir leita aðrastaðni at spæla fótbólt, tí hvør tímir at sita í fleiri ár úti á “útskiftisbeinkinum.?”
Eftir dystin í dag er niðurstøðan henda : Tað skulu aðrir bollar í súpanina.
if.fo
Tað bæði hoyrdist og sá sera ógvusligt út og tí var gult kort til Arthur eisini uppá sítt pláss. Tá so tann eini útlendingurin hjá FCS, Vallerian, kom yvir at harta dómaran, svarar Reinert við einum fjákutum smíli: “But he weights 600 kilos”. Ein beinleiðis háðandi og sera niðursetandi viðmerking móti Arthur sum kunnugt jú er kropsliga stórur í tí. At dómarin, sum jú sjálvur ikki just hoyrir til í fluguvektsklassanum, soleiðis tosar niðursetandi um ein leikara í dysti hann dømir og enntá so hart, at áskoðarar í 15 m radius hoyra hetta, er sera vánaligt og ósportsligt. Burtursæð frá hesum, dømdi Reinert ein fínan dyst.
tb.fo
Seinasta seymin setti Gestur B. Dam í kistuna, tá hann var ískaldur eftir mest sum geniala fríspæling frá Hans Paula. Talan var um fyrsta málið hjá Gesti, og bæði málið og spælið sum heild prógvaðu, at hvørki Jónas ella Alex skulu kenna seg vísar í sínum plássi, tá teir eru førir at spæla fullan dyst.
b36.fo
Ikki kann sigast annað enn, at vit hava fingið eina rímuliga byrjan. Vit hava møtt bæði HB og Víkingi, sum bæði eru lið, sum nógv verður væntað av í ár.
ab.fo




