sigur Høgni Klakkstein leiðari í Atlantis, eftir at býráði á fundi í kvøld skerdi raktrarstuðulin til Atlantis 30%
Fyri løtu síðan samtykti meirilutin í Klaksvíkar Býráð eina endurskoðaða fíggjarætlan fyri 2009 og samstundis varð rakstrarstuðulin til Atlantis skorðin við umleið 30 prosentum.
Stuðulin til Atlantis var 700.000 krónur, men hesin stuðulin varð skerdur 50.000 krónur fyrr í árinum. Á býráðsfundi í kvøld samtykti býráðið at skerja stuðulin 100.000 krónur afturat.
264.000 krónur fara til rentur og avdráttir so í veruleikanum er stuðulin til rakstur skerdur 30%.
Kreppufundur í morgin
Leiðarin í Atlantis, Høgni Klakstein, sigur í kvøld at hann skal á fund við stýrið í morgin og tá verður støða tikin til hvat skal gerast.
– Men tað er ikki ov nógv sagt at Atlantis nú hongur í einum sera tunnum tráði og framtíðarútlitini eru rættiliga ógreið.
– Vit hava framt sparingar fyri at tillaga okkum til skerjingarnar, sum vóru framdar fyrr í ár – men hetta var steinur omaná byrðu.
– Sum støðan er í løtuni eri eg óivað noyddur at pakka saman – men sum sagt skal eg á fund við stýrið í morgin og tá verður støða tikin til framtíðina hjá einasta almenna mentannarstovni í kommununi, sigur Høgni Klakstein í stuttari viðmerking.




