icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta var vantandi

John William Joensen

Tí leiðslurnar í Postverkinum seinastu 20 árini hava spart so at siga allar tænasturnar hjá viðskiftafólkunum burtur, siga fólk innan postverkið við Norðlýsið

Tað er sjón fyri søgn at Postverkið ikki longur er eitt verk sum hevur vilja til nakað sum helst.
Postverkið var fyri 20 árum síðan ein tann mest eyðsýndi stovnurin í Føroyska býar- og bygdasamfelagnum. Tað var her at borgarar kring alt landið fingið síni ting avgreidd og nógv arbeiði var á postverkinum.
– Tíðirnar broytast men ein av stórstu trupuleikunum er at skiftandi leiðslur á postverkinum hava ikki megnað at tillaga verkið til tíðina og eftir tørvinum hjá brúkarunum.
– Politiska skipanin hevur hetta tíðarskeiði heldur ikki havt stórvegis áhugað fyri Postverkinum og tí sita vit í dag við einum stovuni, sum næstan er innantómur, sigur ein postmaður, sum Norðlýsið tosaði við.
– Núvarndi leiðsla hevur arvað allar trupuleikarnar frá undanfarnu leiðslum, og tí kann hon ikki lastast, sigur ein annar.

Posthúsið í Klaksvík nógv redusera 
– Vit sum minnast alt fólkalívið á posthúsinum í Klaksvík kunnu bara staðfesta at leiðslurnar í Postverk Føroya sum hava sitið seinastu 20 árini áttu at fingið premiu fyri líkasalu og vannrøkt.
– Í dag verður posturin ikki sorteraður eins ofta og fyrr og postbilurin kemur ikki longur seinrapart til Klaksvík.
– Talan er um at flyta alla sorteringina til Runavíkar og tað fer uttan iva at merkja at koyrir tú eit brav í postkassan í Klaksvík so gongur eitt heilt døgn áðrenn annar klaksvíkingur móttekur brævið, sigur ein sum arbeiðir innan postverki.
– Ì dag er tað longu soleiðis at eitt bræv sum verður koyrt í postkassan í Havn um morgunin ikki sum fyrr er frammi í Klaksvík seinrapart.
– Nú gongur eisini eitt døgn til brævið verður borið út í Klaksvík, sigur ein postmaður.
– At arbeiða á innan postverkið hevur verið sum at arbeitt við einum hamara í nakkanum seinastu mongu árini. Uppsagnir og hóttanir um uppsagnir eru dagligdagur og tí er postverkið einki verandi stað hjá arbeiðsfólki.

Harleywoodpaint