Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta várið hevur ikki verið av teim bestu

Oliver Joensen

Hjá okkum hevur onkuntíð gingið betur enn tað hevur gjørt í ár, sigur Eyðólvur Vang, skipari og eigari á Norðsøka. – Ikki tí, sigur hann, tað hevur ikki verið heilt av leið tá vit hava verið úti. Men veðrið hevur hildnast so avbera illa, at og lítið er komið burturúr, vit hava heilt einfalt fingið alt ov fáar fiskidagar, tað sum farið er av árinum.

Men nú er liðugt við egningini fyri eina tíð. Í løtuni rigga vit línuna av umborð á Norðsøka, og samstundis rigga vit skipið til til at fara undir Ísland við snellu.

Nógv er altíð at takast við tá so er. Eitt nú leggja vit um til el-snellur ístaðin fyri snellur við oljutrýsti. Mær dámar tað betur, tí tú sleppur undan øllum oljutrupulleikum, tá tú skalt umvæla ella bara tá lekar koma á. Harafturat hava el-snellurnar rigga stak væl.

Nær vit vera klárir veit eg ikki rættuliga, men helst verður farið rundan um Norðoyastevnuna onkuntíð, kanska áðrenn og kanska beint eftir.

Nú eigur tú tveir bátar, hvat verður við Kallanes? Nei, tað tekur Árni Zachariassen sær av, hann hevur rikið bátin nú í eina tíð, og teir fara at troyta línuna eisini í summar. Kallanes fer ikki til Íslands, segði Eyðólvur Vang í morgun. 

Harleywoodpaint