Norðlýsið skilir at serbin Milic Curcic, sum áður hevur leikt fyri KÍ, verður nýggjur venjari hjá Jóannes Bjartalíð
Keldur siga við Norðlýsið, at Jóannes Bjartalíð er staddur í Turkalandi í løtuni.
Tað sama er hansara komandi lið, Qyzyljar Petropavlovsk ella FC Qyzyljar, sum tað eisini verður nevnt. FC Qyzyljar er úr Kazakhstan, har er sera kalt fyri tíðina og tískil eru teir í Turkalandi á venjingarlegu. Venjari er serbin og fyrrverandi KÍ leikarin Milic Curcic.

Norðlýsið skilir at nú gongur ikki long tíð til Jóannes Bjartalíð skrivar undir við FC Qyzyljar



