Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hettar er reinur lógarteknikkur

John William Joensen

sigur Tórbjørn Jacobsen, sum heldur tað vera eina misskiljing at blanda relgión uppí viðgerina av broytingini í revsilógini


Tórbjørn Jacobsen ætlar eins og áður at atkvøða fyri uppskotinum.

– Í mínari verð hevur hetta einki við relgión at gera.

– Tað er eisini skeivt at blanda hetta saman við lógina um skrásett parlag tí hóast tú atkvøður fyri hesum uppskotinum so er ikki neyðugt at taka undir við lógini um skrásett parlag

– Málið er sera prinsipielt og tí mugu tingmenn siga sína hugsan um málið, men tað er beinleiðis skeivt at halda at hetta fer at føra til at samkynd kunnu giftast í kirkjum og samkomum.

– Hetta fer tingið ongantíð at avgera tí tað fara kirkjan og samkomur sjálvar at taka støðu til, og ti er tað beinleiðis óseriøst at blanda hesi tingini saman.

Spennnandi
Tórbjørn Jacobsen sigur at tað tykist vera sera javnt bítt millum tey sum atkvøða fyri og ímóti.

– Tað verður spennandi at síggja hvønn veg tað ferð men tað er ein misskiljing at tingið fer at taka støðu í dag.

– Í dag verður fyrsta viðgerð av uppskotinum og so verður málið sent í nevnd og tá tað kemur aftur hagani verður atkvøtt um málið.