Nýggi KÍ-venjarin hevur síðstu trý árini verið verið høvuðsvenjari í triðbestu og fjórðbestu norsku deildini.
KÍ kunngjørdi í kvøld nýggjan norskan venjara. 41 ára gamla Haakon Lunov. Talan er um ein venjara, sum í stóran mun hevur havt aðrar venjarauppgávur enn høvuðsvenjari. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Odd, Strømsgodset, Celtic og Vålerenga.
Tó hevur hann síðstu trý árini starvast sum høvuðsvenjari. Tað hevur hann gjørt í norska felagnum Fram, sum hesi árini hevur spælt í triðbestu og fjórðbestu norsku deildini. Har hevur hann sambært Transfermarkt verið venjari í 57 dystum í triðbestu norsku deildini og steypadystum. Vunnið 14, spælt 16 javnar og tapt 27. Í fjórðbestu deildini flutti liðið upp eftir at hava flutt niður árið fyri. Har eru hagtøl ikki tøk.Í 2023 flutti liðið niður í fjórðbestu deildina. Sáttmalin millum Fram og Haakon gekk út 31. desember.



