Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur Kári P. Højgaard skotið seg í beinið

Jan Haldansen

Nú um dagarnar, so virkar tað sum um at Landsstýrisfólk ikki vita hvat tey skullu finna uppá. Tað seinasta útspælið er frá Innlendismálaráðharranum Kára P. Højgaard og vil hann nú verða við til, at gera tað soleiðis í Føroyum at hvør sum eigur eitt lógligt vápn skal hava vápnaloyvið og á skeið.

Nú um dagarnar, so virkar tað sum um at Landsstýrisfólk ikki vita hvat tey skullu finna uppá. Tað seinasta útspælið er frá Innlendismálaráðharranum Kára P. Højgaard og vil hann nú verða við til, at gera tað soleiðis í Føroyum at hvør sum eigur eitt lógligt vápn skal hava vápnaloyvið og á skeið.

Gamalt er at siga ”nógv skal man hoyra áðrenn av dettur oyra ” og hetta vil eg siga til Kára P Højgaard. Takið tykkum saman og arbeiðið seriøst, at koma út við slíkum møsni og tvætli er ógvuliga óseriøst. Halda tit virkuliga, at hvør Hanus og Janus sum eigur eina byrsu fer á skeið, áðrenn hann t.d fer at skjóta fugl, haru ella annan flogfena. Tað man verða fá húskir úti á bygd sum ikki hava byrsu í húsið og hevur hetta altíð verði soleiðis. At fara og lóggerva fyri, at ánarin av byrsuni nú skal á tvungið skeið við teori í 6 tímar og síðani til eitt praktiskt skeið, ja tað man verða at skjóta spurvar við kanón.

Undirritaði hevur átt byrsu síðani aldurin loyvdi tí og havi eg nýtt hana til veiðu eftir haru og svartfugli. Lærimeistarin var eingin minni enn pápin, sum nú eisini var uppvandur við tílíkum veiðutóli. Skal eg nú ein túr út í Vestmannasund og skjóta mær til eitt kók í framtíðini, so skal eg fyrst til Havnar á skeið, har ein útlærdur av teimum útvaldu skal siga mær hvussu eg skal nýta hetta skotvápnið. Heilt erligt, hvat er tað tit vilja við hesum ? Er tað nakrir fáir sum hava havt trupuleikar við vápnaloyvið sum eru farnir uttanlanda sum hava elvt til hetta ? Ella er tað tí tað eru so nógvir skottilburðir í Føroyum ?

Eg má bara siga, heilt erligt, takið tykkum saman og gerið okkurt sum nyttar fyri Føroya land ístaðin fyri at koma við tílíkum møsni.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Vestmanna