Frammanundan bragdinum í Landskrona á sinni, tá Føroyar bastu Eysturríki á fótbóltsvøllinum, vórðu stórar avgerðir tiknar her á landi um, hvørja leið vit skuldu ganga á fótbóltsøkinum.
Longu tá hevði føroysku fótbóltsheimurin avgjørt, at vit skuldu fara at royna okkum í kappingum við aðrar tjóðir og eisini var peningaspurningurin tá nógv umrøddur.
Minnist millum annað á onkra av mongu samrøðunum, sum tá vórðu gjørdar við formannin Thorleif Sigurðsson, har hann helt, at hetta at vit fóru út í heim at kappast við aðrar tjóðir á fótbóltsøkinum, helst fór at gerast ein inntøkukelda hjá Føroyum, stutt sagt, ein útflutningsvøra.
Hinvegin var Thorleif longu tá fult greiður yvir, at hetta fór at hava við sær, at peningur í fyrstu atløgi mátti koma frá okkara egna samfelag til at menna okkum á fótbóltsøkinum.
Og hetta hevur verið gongdin alt síðani. Sera nógvur peningur er streymaður inn í føroyska samfelagið orsaka av at vit hava luttikið í altjóða fótbólti og sigast má, at Fótbóltssambandið við heppnari hond hevur stýrt gongdini soleiðis at FSF ídag er ein væl konsoliderað fyritøka.
Kring um í landinum hava ymisku fótbóltsfeløgini eisini sæð skrivtina á vegginum og flestu fylgja í fótasporinum hjá Fótbóltssambandinum.
Hetta hevur havt við sær, at virksemið kring um bestu deildirnar í Fótbólti alt meira og meira er vorðið ein spurningur um pengar.
Um ein er samdir í politikkinum á fótbóltsøkinum ella ikki, so er ein avleiðing av at vit eru farin at luttaka í fótbóltshøpi á hægsta stigið hon, at tey peningasterkastu liðini eru tey, sum í longdini klára seg best.
Fyri at styrkja um hópin, brúka flestu feløg nógvan pening, og fyri at útvega sær pening til hesar íløgur er neyðugt við avtalum við peningasterkar sponsorar og eitt nú KÍ er farið so mikið langt, sum at gera eitt partafelag, sum millum annað rekur bestu deildina.
Tað tykist eitt sindur løgið, at Kringvarpið ikki eins og tey ymisku fótbóltsfeløgini, í tímanum hevur sæð hvønn veg rákið hevur verið.
Vit vita at stríð leingið hevur verið ímillum kringvarpið og fótbóltin um Formuladeildina, har serstakliga sjónvarpið ikki hevur viljað nevnt navnið, tí deildin er uppkallað eftir einum høvuðssponsori.
Fótbóltur er ikki longur frítíðarítriv, men undirhald og skal sjónvarpið senda undirhald til okkum hyggjarar, so vita vit væl at tað kostar sjónvarpinum at útvega. Og umráðandi er hjá feløgunum at fáa pening til raksturin hvønn dag, so tað kann ikki koma óvart á kringvarpsstjóran at tíðirnar og umstøðurnar eru broyttar.
Í eini roynd at loysa trætuna, gjørdu kringvarpið og fótbólturin ein sáttmála, men henda sáttmála tímdi sjónvarpið ikki ein gang at halda og tí er alt vavt upp í ein ellubita. Áhugavert er at hoyra kringvarpsstjóran nú rópa upp um, at kringvarpslógin ikki loyvir sjónvarpinum at senda frá fótbóltsdystum har feløgini hava avtalur við sponsorar, tað kemur okkum næstan fyri at vera analogt við at fara inn í kirkjuna at gera eina sending, fyri síðani at klippa tað burturúr sum ikki hóvar kringvarpsleiðsluni.
Í okkara verð er tað ein sjálvfylgja, at um tú fert inn á eitt stadion at gera sendingar, ja, so mást tú lúka tær treytir, ið ábyrgdarfólkini av stadion seta. Hinvegin, tú kanst velja ikki at senda. Antin hevur kringvarpsstjórin valt hetta seinasta, ella eisini hevur hann sovið í tímanum.




