Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur sentralisman inn í høvuðsstaðin avvápnað dynamikkin

Jógvan við Keldu:

Hvat fingu vit so burturúr at tøma framleiðsluøkini og gera tað óliviligari hjá ungum fólki at seta búgv har. Jú, “Føroyar avtoftaðar”, “Fólkatalið fer at minkað”, “Eingin sjónlig loysn”, “Allee-effekt” o.a.

Hvat fingu vit so burturúr at tøma framleiðsluøkini og gera tað óliviligari hjá ungum fólki at seta búgv har. Jú, “Føroyar avtoftaðar”, “Fólkatalið fer at minkað”, “Eingin sjónlig loysn”, “Allee-effekt” o.a.

Dimmalætting 6. mars viðgjørdi ítøkiligt føroyska íbúgvaratalið saman við granskaranum Hermanni Oskarssyni og hagtalsfrøðinginum Hans Paula Strøm. Hesin lesnaður var ikki júst hugvekjandi ella hugtakandi, men heldur hinvegin hugtyngjandi.

Niðurstøðurnar og framtíðarútlitini eru døpur fyri borgarar í góðum aldri: “Føroyar verða spakuliga avtoftaðar”, “Fólkatalið fer skjótt at minkað aftur”, “Eingin sjónlig loysn”og m.a. verður sagt: “Fyrr ella seinni uppliva vit eina sonevnda Alle-effekt”, ein byrjan til endan!

Tráan eftir sentralisering

Seinastu hálvu øldina hevur verið tosað, talað og trúttað, at skulu vit hava vøkstur í Føroyum, og skulu vit fáa føroyingar heimaftur eftir lestur, er neyðugt at seta á veruliga sentralisering av almennum, hálvalmennum og lutvíst privatum stovnum inn til høvuðsstaðin og handlað hevur verið eftir hesum.At gera Havnina til ein metropol, við 48.000 landsíbúgvum. Føroyingar skulu heimaftur! Síggi nú at kvalifiserað og vælútbúgvið fólk, setur spurning við fortíðar gongdina og núverandi! – Spurningurin er, um dreymurin tók trýstið av visjónunum.

Sentralisman hevur eydnast, tó tykist úrslitið sera vánaligt eftir øllum at døma, men amboðini vórðu fingin til høldar m.a., við einum valdømi o.m.ø., so tingfókini í framtíðini skulu veljast í Suðurstreymi.

Høvuðsstaðarpressan spælt við

Meðan hetta fer fram hevur øll henda sokallaða menningin allierað seg við føroysku høvuðsstaðarpressuna soleiðis at hon kundi verða við til at stýra hesi sokallaðu “menningini”. Hetta kemur týðiliga til sjóndar.

Tú kanst flenna at tí ella gráta um tað. – Hetta er veruleikin í Føroyum.

Hvat hava vit so í fyrstu atløgu fingið burturúr hesi eirindaleysu tráan eftir sentralisering til høvuðsstaðin, sum eisini ídag livir av alivinnuni, pelagisku vinnuni, langfaraskipunum og lutvíst av heimafiskiflotanum, sum næstan øll íløgan er framd uttanfyri høvuðsstaðin, og tó gevur gylt til alt samfelagið! Eisini er tráanin uttan mørk eftir meiri peningi úr vinnuni í landskassan, so framhaldandi sentralisman kann bjargast.

Syrgilig niðurstøða

Hvat er so niðurstøðan hjá okkara mest framkomnu tal-snidlingum – tað eri ikki eg, sum eri svartskygdur – men hetta eru niðurstøðurnar hjá einum av okkara framkomnu granskarum og einum vandnum hagtalsfrøðingi, sum vanliga eru til ráðgevingar í fjølmiðlunum. Úrslitið eftir 50 árum við trúttan, tosi og talu um at alt skal leggjast á eitt stað?

Fari tí at endurtaka teirra niðurstøður nú alt er sagt,tær eru syrgiligar, sagdar av monnum sum dagliga arbeiða á økinum: “Føroyar verða spakuliga avtoftaðar”, “Fólkatalið fer skjótt at minkað aftur”, “Eingin sjónlig loysn” og “Fyrr ella seinni fara vit at uppliva sokallaðu Allee-effektina”, sum er tað mest ultimativa og álvarsliga, ein byrjan til endan.

Lat meg eisini leggja afturat, at oddagreinin í somu Dimmalætting var ikki minni ivasom, vón- og visjónsleys.

Hetta er tað vit fyribils hava fingið burturúr. Tí verður spurningurin settur inn í framtíðina: “Hevur sentralisman inn í høvuðsstaðin nú avvápnað føroyska dynamikkin”? Ávarðingar hava ikki trotið!

Kundi hugsa mær í komandi grein at nomi við nøkur meira ítøkilig mál.