Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur Varðin Pelagic ynski um tað, eru teir vælkomnir

Oliver Joensen

Tað sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, tá vit spyrja hann um fyrispurningur er komin frá Varðin Pelagic um øki í Ánunum.

Tað sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, tá vit spyrja hann um fyrispurningur er komin frá Varðin Pelagic um øki í Ánunum.

Nei, vit hava ikki fingið nakran fyrispurning, og eg má siga, at tað harmar meg almikið, at handan støðan er komin í á Tvøroyri.

Men upp á fyrispurning tín er at siga, at vit hava sera gott tøkt økið í Ánunum, har vit helst hava landsins bestu havn. Um Varðin Pelagic hevur ynski um tað, so skulu teir vera sera væl komnir at tosa við okkum, sigur Jógvan Skorheim úr Íslandi.

Men enn hevur eingin sett seg í samband við okkum og tí er spurningurin ikki aktuellur í løtuni, undirstrikar Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.