Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur verið á A-landsliðnum hjá Cameroon

Jákup Ósá

Tað er ikki smávegis, sum nýggi TBmálverjin hevur at vísa á.

Í kvøld kunngjørdi TB, at felagiðhevði gjørt sáttmálar við fleiri nýggjar leikarar. M.a. hevurTB gjørt sáttmála við málverjan Joslain Mayebi.

Mayebi er 29 ára gamal og er fráCameroon. Hann hevur m.a. spælt nógvar dystir fyri Wrexham í lægrideildunum í Onglandi. Og fyrst í oktober í 2012, so spældi hannso sannførandi, at boð vóru eftir honum til A-landsliðið hjáCameroon til ein Afrika Cup of Nations undankappingardyst. Har varhann ein málverji av trimum. Fyrsti málverji var tann kendi CarlosKameni, sum tá spældi í Malaga. Sí meir um tað í grein m.a. her hjá BBC.

Seinasta felagið, sum hann erskrásettur fyri at hava havt sáttmála við er Kidderminister, sumspælir í 5. bestu deildini í Onglandi. Har kom hann fyri einum árisíðani, men spældi ongan dyst. Niðanfyri eru brot av nýggja TBmálverjanum, ið liggja á youtube. M.a. eisini eitt mál, ið hann skoraði, tá hann spældi í Ísrael.