Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heygabúðin heldur merkisdag í dag

Oliver Joensen

Orsøkin til tess er, at tað júst í dag, 4. oktober eru gingin 40 ár síðani Bjarti Højbro flutti Heygabúðina í nýggj snotulig hølir í 1982. Men í veruleikanum kunnu vit telja árini hjá Heygabúðini heilt aftur til 1949, tá Jógvan Højbro pápi Bjarta byrjaði handilsvirksemi við Oyravegin í kjallaranum hjá Agga.

Í dag er tað sonur bjarta, Eyðun Højbro, ið stendur fyri handlinum. Elna Joensen og Petra Frederiksberg hava arbeitt bæði saman við Bjarta og nú saman við Eyðuni, sum tók yvir leiðsluna av Heygabúðini tá pápin andaðist fyri umleið tveimum árum síðani.

Tá vit vitjaðu í Heygabúðini í dag, var Símun á Høvdanum í køkinum. Símun er útbúgvin kokkur og hann stóð í dag fyri kendu framleiðsluni úr Heygabúðini, har tú fært alskyns fiskavørður og ikki minst nýgjørt pálegg bæði úr fiski og kjøti hvønn morgun.

Umframt at framleiðslan úr køkinum verður seld í handlinum hjá Heygabúðini, so eru framleiðslurnar  eisini at fáa í Eysturoynni.

Einaferð enn ynskja vit Heygabúðini tillukku við degnum og góðan byr framyvir.

Harleywoodpaint