Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heygabúðin hevur framleitt døgurðamat í meira enn hálva øld

Helgi Abrahamsen

“Tær eru nokkso stórar, men tær eru góðar”.Poul Reines stendur og ger frikadellur, tá Norðlýsið støkkur inn á gólvið í Heygabúðini í morgun.

“Tær eru nokkso stórar, men tær eru góðar”.

Poul Reines stendur og ger frikadellur, tá Norðlýsið støkkur inn á gólvið í Heygabúðini í morgun.

“Eg steiki einar 400 um vikuna, og rávøran kemur úr Leirvík. Tað er gulllaksafars,” sigur hann.

Í nógv ár hevur Heygabúðin gjørt døgurðamat og viðskera, sum verður seldur í handlinum og eitt sindur verður eisini selt aðrastaðni.

“Omma mín byrjaði við hesum – eg rokni við at tað man hava verið mitt í fimmtiárunum.

Handilin byrjaði í einum kjallara seinast í fjørutunum. Seinni fluttu vit oman her,” sigur Poul Reines.

Poul er ikki í iva um, at gulllaksur er tann besta rávøran at nýta til frikadellur og knetti.

“Omma mín brúkti mest tosk og hýsu (tað var áðrenn gulllaksurin var komin), tá mátti hon brúka bæði, tí um tú bara brúkar annað, so heftir tað ikki saman,” sigur hann. Í somáta er gulllaksurin lættari at fáast við.

“Tá eg eri liðugur við hetta her, so kemur Bjarki. Hann ger rullupylsu, og kjøtpylsu,” sigur Poul.

“Eg rokni við at hann ger einar 60 – 90 rullupylsur um vikuna og eini 100 kg. verða gjørd hvørja ferðina av kjøtpylsu. Vit keypa kjøtið til tað frá Krás,” sigur hann.

Royna nýggjar vørur

Umframt ta vanligu vøruna, so roynir Heygabúðin eisini at økja um úrvalið av vørum. Í kølidiskinum liggur millum annað blóðpylsa, bæði sum heil indur og skorin í flísar.

“Vit eru kort síðani byrjaði at skera frikadellur í flísar, sum vit vakuumpakkað. Tað er væl umtókt. Fólk brúka tað til viðskera í matpakkum hjá børnum,” sigur Poul Reines.

“Vit selja eisini fars, sum fólk sjálvi kunnu steikja,” sigur hann.

Fyri nøkrum árum síðani skrivaði Norðlýsið eina grein, har nógvar gamlar myndir úr Heygabúðini vórðu at síggja. Tann greinin og myndirnar kunnu síggjast her.

Harleyfacadeacryl