Norðlýsið var og vitjaði á Eiði í dag. Tá vit komu til bygdina, rendu vit okkum fyrst í ein fjórðing av eini kúgv, ið hekk at síggja til omanfyri kirkjutornið. Men soleiðis var tó ikki. Tá vit komu norður vóru menn júst lidnir við at fletta eina kúgv og ta vit fyrst sóu var, at ein stórur kráni flutti kjøtið frá flettingarstaðnum og til hjallin har kjøtið skuldi hanga.
Sera hugnaligt var at síggja, hvussu nógv eiðisfólk høvdu gjørt burtur úr. Tað sum kanska fangar okkum mest, sum koma aðrastaðni frá, er at tey duga so væl at brúka tilfeingi og hølini, sum í øldir hava verið partur av bygdini. Sølubúðir og framsýningar í neystum, kjallarum, fjósum og egningarskúrum. Hetta er sera forvitnisligt í sær sjálvum og forkunnugt at sleppa inn í at kenna fløvan frá farnari tíð.
Í gamla handlinum hjá Óla í Pállstovu vóru vit aftur í ár og vitjaðu á Heystfagnaðinum og aftur fingu vit nakrar hugnaligar myndir av gomlum handilsvørum og innbúgvi. Ikki minst kundu vit keypa, tó ikki alt tað virðismikla gamla, sum inni var, men góðar pannukøkur, kaffi og te. Har var so sera hugnaligt, men so nógv vitjaðu, at vit valdu at gera skjótt av inni har, tí pláss skuldi eisini vera fyri øðrum pannukøkusvongum gestum.
Í neystinum hjá Niels Emil, sum í eitt langt ár var egningarskúrur og goymslurúm hjá útróðrarbátinum “Norðsøka”, fingu danirnir á myndunum har frá, frálæru í feltting. Eisini sluppu teir at royna seg at tumma. Væl var frágingið hjá teimum, tí ikki sást nøkur paðing á krovinum tá skinnið varð tikið av.
Á pallinum var kapping í at vinda upp noða, tá vit vóru har og vit vitjaðu eisini ymisku sølubúðirnar, sum sæst á myndunum. Bindingin hjá Haldberu Gregersen hugtók nógvar kvinnur og ikki sørt at okkurt plaggið bleiv selt. Børnini fingu eisini frálæru í ymiskum, millum annað í tøving og at evna burtur úr hornum.
Sum so mangan, tá slík tiltøk verða fyriskipað, so var eisini har ein, ið skjótt skuldi standa brúður. Hon var klødd í ull øll sum hon var og bjóðaði sær til at einhvør kundi brúka hana sum hest fyri tvær karamellur. Sjálvandi provokeraðu tær eisini Norðlýsið at royna ein túr, og hann mundi ikki fingið afturhald 🙂
Vit vóru sum sagt ikki allan dagin á Eiði. Men vit fingu nógv burturúr, eitt sera gott og væl fyriskipað tiltak. Borgarstjóran fingu vit ikki tonna á, men hann, Jógvan í Skorini, kom skundandi framvið okkum einaferð og vit fingu skotið eina mynd ella tvær av honum. Hvat hann hevði í hondini veit eg ikki rættuliga, men tað tóktist at vera kraftfóður ella eitthvørt tílíkt.
Ein long skrá var eftir, tá vit fóru hagani um fýratíðina og um hana kanska onkur annar kvøður.
PS: Á veg aftur til Klaksvíkar fangaði Fossá sjálvandi – ein vøkur perla.































































































































































