Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystlegan í Zarepta 2014 – nú er klárt at melda seg til

Nordlysid

Á www.zarepta.fo er tilmeldingin byrjað til Heystleguna, sum byrjar fríggjakvøldið 10. oktober og endar mikumorgunin 15. oktober 2014.

 

Á www.zarepta.fo er tilmeldingin byrjað tilHeystleguna, sum byrjar fríggjakvøldið 10. oktober og endar mikumorgunin 15.oktober 2014.

 

Tilmeldingintil Heystleguna er nú byrjað, og tú kanst melda teg til á www.zarepta.fo.

Góðbíbilsk undirvísing, avbjóðingar, samvera, spæl og hugni verða á skránni áHeystleguni í ár, har tey 15 til 17 ára gomlu fara at njóta nakrar heystardagarsaman í fyrru helvt av heystfrítíðini.

 

Ein serligur hugni áHeystleguni

Heystlegan er seinasta Zarepta-legan íárinum, áðrenn vetrarskráin byrjar. Hendan seinasta ungdómslegan í 2014 erfyri tey, sum í árinum fylla 15, 16 ella 17 ár.

Av royndum vita vit,at dámurin á Heystlegunum er nakað fyri seg, av tí at legan liggur um heystið,tá ið kvøldini eru byrjað at leingjast, og tað gevur leguni ein serligan hugna,sum tey ungu njóta. 

Fyri tey 17 áragomlu er Heystlegan nakað heilt serligt, tí hetta er tann seinasta av øllumbarna- og ungdómslegunum, sum tey hava høvi at vera við til sum leguluttakarar.

 

Bussar koyra til og frá leguni

Eins og tilsummarlegurnar er ferðing til og frá leguni við bussum – til leguna koyra bussarnir hesartíðir:


17:15 úr Klaksvík (við Betesda)
17:25 úr Leirvík (við Effo-støðina)
17:30 úr Gøtu (við Filadelfia)
 
16:55 úr Fuglafirði (við Siloa)
17:15 úr Runavík (við Berøa)
17:20 úr Søldarfirði (við Elim)
17:30 úr Skálabotni (við EFFO-støðina)
17: 45 frá Magnstøðini við Streymin
18:00 av steðgiplássinum við Sjógv
18:05 frá EFFO-støðini í Kollfjarðardali
 
15:30 við Smyrli av Tvøroyri
16:30 við Teistanum úr Skopun
18:00 av parkeringsplássinum á Óðinshædd

Tilmeldingintil leguna er, sum sagt, á heimasíðuni:www.zarepta.fo

Hvat ein skal havavið á legu, verður upplýst í ”Vegleiðing til foreldur” á www.zarepta.fo 

Gloymið ikkiat hava seingjarklæði og eitt gott lag við 🙂

HJARTALIGAVÆLKOMIN Á HEYSTLEGU 🙂