Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HF-tíðin var góð fyri meg

Klaksvíkar HF-skeið

Páll Sólstein, tónleikari í kongliga kapellinum.

 

HF fimmti ár! 

Áðrenn eg fór á HF, hevði eg ikki avgjørt, hvat eg skuldi brúka útbúgvingina til. Meðan eg gekk har, kom eg til ta avgerð, at eg vildi lesa til útøvandi tónleikara, og tískil fór eg ikki at hava beinleiðis tørv á eini hf-útbúgving.

Men HF tíðin útviklaði meg nógv, eg lærdi nógv og knýtti nógv góð vinabond. Hugnaligt var at fara út á HF um kvøldarnar at gera skúlating ella bara at møtast við hinum, sum gingu har.

Flestu lærararnir vóru áhugaverdur, og á HF lærdi man at arbeiða meira sjálvstøðugt.

HF gav mær eina almenna kunning, sum eg havi tikið við mær, so sjálvt um eg ikki havi havt beinleiðis brúk fyri hf-útbúgvingini í mínum arbeiði, so var útbúgvingin góð fyri meg