Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hiddenfjord: Ein týðandi messa fyri okkum

Jóhann Lützen

Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord, er fegin fyri at hitta keypararnar á stóru sjóvinnumessuni, ið er í Barcelona í løtuni. Teir báðir dagarnir higartil hava verið góðir higartil.

Messan hevur stóran týdning fyri Hiddenfjord, tí tað er m.a. á henni, at tey hitta verandi keyparar og royna at finna nýggjar keyparar, sigur sølustjórin.

Bæði týsdagurin og mikudagurin á messuni hava verið góðir, og nógv hevur verið at gjørt á básinum hjá Føroyum og Hiddenfjord, sigur Óli Hansen. Talan hevur verið um bæði góðu gomlu kundarnar hjá Hiddenfjord og møguligum nýggjum kundum, sum eisini hava verið á básinum og fregnast.

Ein stuttlig detalja hevur verið, at Hiddenfjord hevur fingið sítt búmerki á baksíðuna á navnaskeltunum, sum fólk bera undir sølustevnuni.