Atlantic Navigator roynir í løtuni einar 30-40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Sum Norðlýsið skilir, so hava teir ikki havt tað stóru royndina enn, eitt langt tov ertað blivið til og fingu teir tá eini 95 tons á dekkið. Veðrið hevur verið skiftandi og ólagaligt, men nú seinnapartin hevur veðrið verið betrið.
Fleiri onnur skip eru har á leiðini, bæði russisk og føroysk.




