Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hildið málið reint í 10 av 16 dystum

Jákup Ósá

KÍ-verjuparturin hevur bara tríggjar ferðir latið meir enn eitt mál ígjøgnum í ár.

KÍ hevur spælt 16 landskappingardystir og latið 11 mál ígjøgnum. Fýra av teimum komu í eina dystinum (HB á útivølli). Í tveimum øðrum dystum er meir enn eitt mál farið ígjøgnum. Á útivølli móti Víkingi (2-2) og útivølli móti ÍF). Í 10 av 16 dystum hevur KÍ hildið málið reint.

Leygarkvøldið kl. 19.45 møtir KÍ á heimavølli Skála, ið er eitt av liðunum, sum ikki hevur skorað móti KÍ í ár.

Í 2018 helt KÍ málið reint 12 ferðir, í 2017 var tað 10 ferðir og í 2016 var tað 14 ferðir.