Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hillary Clinton liggur trý prosent frammanfyri

Helgi Abrahamsen

Hillary Clinton stendur til at fáa 47,2 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í USA í dag, meðan Donald Trump fær 44,2 prosent.

Hillary Clinton stendur til at fáa 47,2 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í USA í dag, meðan Donald Trump fær 44,2 prosent. Tað vísir ein greining, sum RealClearPolitics hevur gjørt út frá einum meðaltali av 13 stórum veljarakanningum, sum allar vórðu gjørdar í gjár. Tað skrivar danska TV2.

Tað er kortini stórur munur á teimum einstøku kanningunum, sum greiningin byggir á. Til dømis vísir ein kanning í LA Times, at Donlad Trump liggur 5 prosent frammanfyri, meðan Hillary Clinton í eini aðrari kanning, sum verður kunngjørd í NBC News, liggur 7 prosent frammanfyri.

Við at leggja allar kanningarnar saman, fæst eitt neyvari úrslit, enn tær einstøku kanningarnar vísa.

Stór sveiggj gjøgnum árið

Fyri einum ári síðani fingu Clinton og Trump umleið somu undirtøku í veljarakanningum, sum tey fáa í kanningunum nú, men broytingarnar hava tó verið stórar, sum árið hevur liðið.

Í mars lá Clinton 11,4 prosent frammanfyri og í juli var Trump frammanfyri við 1,1 prosenti.

Havast skal í huga, at valið í USA snýr seg ikki bara um at fáa fleiri enn 50 prosent av atkvøðunum, men tað hevur eisini nógv at siga, hvussu atkvøðubýtið er millum teir einstøku statirnar, og har sær Hillary Clinton út til at liggja munandi betur fyri enn Donald Trump.