Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hilmar Danielsen takkar fyri seg í býráðnum

John William Joensen

Eg fari at brúka meiri tíð saman við familjuni og eisini er neyðugt at leggja størri arbeiðs orku í virkið nú stórar avbjóðingar standa fyri framman, sigur Hilmar Danielsen

Hilmar Danielsen var valdur inn í býráði 1992 og hevur sitið síðani sum umboð fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Men síðan flokkurin fór í søguna, hevur verið nógv gitt um politisku framtíðina hjá Hilmari.
Men nú hevur býráðslimurin tikið avgerð, og stillar ikki upp aftur.
– Eg havi hugsað sera nógv um støðuna nú flokkurin, sum eg umboði ikki longur er til. Skuldi eg stillað upp aftur, so noyddist eg at velja annan flokk, men hetta havi eg ikki havt góðan hug til, sigur Hilmar.
– Harafturat havi eg brúkt sera nógva tíð upp á býráðsarbeiði hesi 8 árini og harafturat havi eg verið formaður í nevndini fyri IRF í 4 ár.
– Samstundis havi eg eina fyritøku sum skal vera við til at gera stór arbeiðir, m.a. í samband við Norðoyatunnilin, og tí havi eg mett at tað var rætt at leggja tað politiska á ís í eina tíð.

Skuldin stórsta vandamálið
– Orðsøkin til at eg valdi at stilla upp til býráði var tann ólukkuliga støðan sum Klaksvíkar býráð var í.
– Vit skyldu meiri enn tríggja álíkningar og hetta merkti at kommunan hevði ikki orku til at gera nakaða sum helst.
– Eg gjørdist partur av undanfarnu samgongu og tað má eg siga at eg eri sera fegin um at vit megnaðu at loysa kommununa burtur úr tí skuldarbyrðu sum hon hevði verið í síðan miðskeiðis í 80 unum.
– Í dag er skudin bert góða hálva álíkning og tað kunnu øll fegnast um.

Umráðandi at ansað sær
Hilmar Danielsen heldur at tað hevur stóran týdning at býráðslimur vísa hógv.
– Skulu allar tær verkætlanir setast í verk sum býráði hevur ætlanir um, so fer skuldi hjá býráðnum aftur at vaksað nógv og tað er umráðandi at tað ikki hendur.

Nógv at gleðast um
Umframt at hava niðurgoldið skuldina, eru tað nógv sum vit kunnu fegnast um, sigur Hilmar tá hann hugsar um tey 8 árini hann hevur sitið í býráðnum.
– Eg fegnist um at gongd kom aftur á arbeiði við at byggja góðshavnin í Ánunum. Eisini fegnist eg um skúlan á Ziskatrø sum í dag er munandi betur fyri enn fyri 8 árum síðan. Eisini er nógv hent innan barnaansingarøkið seinastu 8 árini og tað kemur okkum øllum til góðar.

Komin á eitt vegamót
Hilmar Danielsen, sum seinastu fýra árini ikki hevur verið partur av býráðsmeirilutanum, fegnast um góða samstarvið í býráðnum.
– Hóast eg ikki bleiv partur av samgonguni, sum hevur sitið seinastu árini, so fegnist eg um tað góða samstarvið sum er í býráðnum. Mørkini millum samgongu og andstøðu eru fánaði burtur, og tað er at fegnast um.
– Sjálvur standi eg sum sagt á einum vegamóti nú Kristiligi Fólkaflokkurin ikki er til meiri, og skal eg stilla upp aftur má tað sum sagt verða fyri eina annan flokk.
– Ein skal ongantíð siga ongantíð, sigur orðafellið, men eg fari í hvussu so er at halda ein steðg frá tí politiska í eina tíð har eg má gera upp við meg sjálvan um eg fari at stilla upp aftur.

Harleywoodpaint