Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hilton Garden Inn Faroe Islands eitt ár

Jóhann Lützen

Í dag er tað eitt ár síðani, Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp, og tað verður hátíðarhildið við “Grand Opening“ av Brúsandi fríggjadegi í dag.

Hilton Garden Inn Faroe Islands var fyrsta altjóða hotellið í Føroyum og lat upp mitt í koronu-tíðarskeiðnum í fjør. Síðani ferðavinnan kom í gongd aftur í summar, hava heilt nógvir útlendingar gist á Hilton Garden Inn.

Hotellstjórin Martin Restorff er sjálvur vorðin ‘heimskendur’ í Føroyum í sambandi við skemtingarsomu lýsingarnar fyri hotellið í vetur, tá ið hann royndi at fáa føroyingar at gista á Hilton. Hetta hepnaðist sera væl, og Martin er sjálvur serstakliga fegin um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti hotellinum og sigur:

“Hilton-toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at fáa enn fleiri føroyingar á gátt í vetur til jólaborðhald, gistingar og Brúsandi fríggjadag – tí tað setur ein heilt serligan dám á á hotellinum. Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta Brúsandi fríggjadag í kvøld. Vit byrja kl. 16. Wauv!”