Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hin ’gloymdi’ báturin skal ikki undirmetast

Danial Viðoy

Vit hava ikki hoyrt nógv um Teklu, sum er fimmmannafarið hjá dreingjum í Klaksvíkar Róðrarfelag, í summar. – Teir hava verið við til allar róðrarnar í ár og framgongd hómast. Í morgin ætla teir sær ið hvussu er eitt fimtapláss.

Vit hava ikki hoyrt nógv um Teklu, sum er fimmmannafarið hjá dreingjum í Klaksvíkar Róðrarfelag, í summar. – Teir hava verið við til allar róðrarnar í ár og framgongd hómast. Í morgin ætla teir sær ið hvussu er eitt fimtapláss.

Tekla hevur alla kappingina livað í skugganum av Fípuni Føgru, sum longu undan róðrinum í morgin á ólavsøku er føroyameistari. – Men Fípan Fagra hevði neyvan klárað seg so væl, høvdu teir ikki havt eitt sindur innanhýsis kapping við Teklu og samstarv við Teklu. Hesir bátarnir hava nevnliga havt nakrar venjingar saman ígjøgnum alla kappingina.

Norðlýsið fekk orð á róðursmannin, sum er róðursmaður fyri fyrstu ferð í ár, Magnus Ziska Jacobsen. Teir høvdu júst vant fyri seinastu ferð og nú vaskaðu teir bátin fyri seinastu ferð í ár, undan síðsta róðrinum á ólavsøku.

– Í morgin satsa vit upp á fimtapláss. Vit hava fyri tað mesta ligið á næstaftasta plássi og eina ferð vórðu vit aftastir. Tað skal ikki henda aftur. Í morgin ætla vit at fáa eitt nýtt pláss í røðini, og tað skal vera longur frammi, slær Magnus Ziska Jacobsen fast.

Hóast teir í gjøgnum alla kappingina hava ligið aftarlaga, ætla teir ikki at geva upp.

– Vit ætla at taka kappingina uppaftur komandi ár og gerast enn betri. Tað er bert ein, sum hevur í hyggju at taka sær frí komandi róðrarár, men restin fer at knossast víðari, sigur ein vónríkur róðursmaður um borð á Teklu.

Manningin umborð á Teklu skal ikki undirmetast, hóast miðlar tíðum gloyma bátarnir longri afturi enn nummar trý. Tað eru hesir, ið gera kappingina enn meira spennandi. Tað hevði ikki verið stuttligt, um tað bert vóru tríggir bátar í hvørjum róðri. – Tað, ið er mest spennandi við Teklu, er at manningin er ung og kann geva føroyska kappróðrinum enn meira í framtíðini.

Góða eydnu í morgin, Tekla!