Hvør var hesin Jesus úr Nazaret.
– Ein sum helt seg vera sonur Guds ella var hann verðuliga sonur Guds.
Ein filmur sum øll eiga at síggja, tí hann lýsir menniskja, bæði tað góða og tað ónda.
The Passion of Christ er ein lýsing av meniskjanum tá hon er ringast og tá hon er best. Líðingar søgan vísir hvussu álvarsamt tað er bert at fylgja við og ókritskt lata seg ávirka. Men søgan inniheldur eisini nógv annað.
Filmurin byrjan við kendu profetiunum í Esaias 53.
…. Hann rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men hann sá ikki so út, at vit kundi hava tokka tl Hansara. Vanvirdur var hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.Men hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu fáa frið, og við sárum Hansara eru vit grødd…
…Hann varð illa viðfarin, og bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann….
Mentanarhúsið Atlantis
Sátt at siga so gleddi eg meg til at síggja filmin, og má eg eisini nevna at síðan eg seinast var í Atlantis eru broytingar til tað betra. Móttøkan er broytt eitt sindur við nýggjum møblum, og Kioskin var fullset við tí ein væntar at finna í eini biograf-kiosk. Serliga nøgdur var eg um at broytt er upp á stóla rekkjurnar í sjálvum biografinum. Meiri pláss er til beinini og gondin er flutt út í síðuna soleiðis at fólkið situr har besta útsýnið er. Alt broytingar, sum mugu sigast at vera til frama fyri áskoðarafjøldina. Eisini gleddist eg um at frætta at Atlantis saman við Shell arbeiður við at fáa eina bilettsølu upp at standa, soleiðis at møguligt verður at bíleggja atgongmerkir. Í dag verður ein noyddur at møta upp ein tíma undan sýning at fáa hendir á atgongumerkjum.
– Eg keypti mær minstu útgávuna av popcorn- pakkunum og settist til rættis í salinum. Sátt at siga so visti eg ikki hvat eg skuldi vanta av hesum Gibson filminum. Tá eg hugsaði meg um kundi eg næstan bert blíva skuffaður, tí um-mælini í føroysku bløðunum hava lovprísað filminum.
Jesus í angist
Filmurin byrjar í urtagarðinum Getsemane. Jesus stríðist í bøn við faðir sín. Kramparnir ganga gjøgnum mannin úr Nazaret, sum kennir sín lagnu og biður fyri lívi sínum. Freistarin, er eisini at finna millum trøðini í Getsemane og hann fylgir Jesusi gjøgnum allan filmin.
– Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!
Soleiðis endar Jesus bøn sína og tá hann kemur aftur til lærusveinarnar eru teir sovnaðir og hann gerst forfardur um at teir kunnu sova. Hetta er eisini í tráð við orðini sum Esaias hevði profetera: –
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Harðligur filmur
Tað er eingin ivi um at filmurin er harðligur og sjálvur skilti eg heldur ikki hvussu børn kunnu sleppa at hyggja eftir slíkum filmi. Men tá ein lesur í skriftini um tað sum Jesus fór í gjøgnum, so er eingin ivi um at Mel Gibson er á rættari leið. Aftur eiga vit at hava orðini hjá Esaias í huga:
….maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki. Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg….
Líðingar Jesusar eru ikki til at halda út, heldur ikki í stólinum í Atlantis við popcorni millum hendurnar.
Maria ein høvuðsleikari
Móður Jesusar er ein av høvuðsleikarunum í filminum. Hon fylgir alla tíðina aftaná Jesusi og hennar móðurhjarta verður sundur slitið av pínslunum, sum sonur hennara ferð ígjøgnum, hennar egan kjøt og blóð.
-Hetta far ein at hugsa um at Mel Gibson er katolikkur og hjá teimum er móður Jesusar ein ógvuliga sentralur perónur.
Men hinvegin er hesin tankin ikki rætvísur. Tí líka mikið um tú ert kirkufólk, pins, ein bróður ella bert uppfatar bíbliuna sum eina góða søgubók, so er Maria móður Jesusar og hevði tí sjálvsagt eisini ein stóran týdning í lívið Jesusar, millum lærusveinar Jesusar og í fyrstu samkomuni. Tað eru eisini kvinnurnar, saman við Jóhannusi, ið fylgja Jesusi allan vegin til hann andast á krossinum.
Eftir at Jesus er handtikin, krógva lærusveinar Jesusar seg burtur og mæti kirjufaðirin, Pætur, avnotkar Jeusus. Eingin ivi um at leikluturin hjá kvinnunum í skriftunum á mangan hátt hevur verið niðurtónaður av monnum.
Men verður hugt nærri eftir Mariu, móður Jesusar so lesa vit m.a. at eingilin sigur at Maria er nakað serligt:
-Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!
Hetta vóru orðini sum eingilin segði tá hann kom til hana og kunngjørdi at hon var við barn.
Tá tosið fellur inn á Mariu, móður Jesusar, verður næstan altíð víst á orð Jesusar á krossinum:
-Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína:
"Kvinna, hygg sonur tín!" So segði Hann við lærisveinin: "Hygg móðir tín!"
Hetta verður av mongum útlagt at verða ein áminning um at Jesus tók avstand frá Mariu og umtalaði hana sum kvinnu og ikki sum móður. Hettar er ikki rættvíst, tí orðini hjá Jesusi á krossinum eru orðini hjá hinum líðandi Messias. Hetta var tað sum Jesus, sonur Guds var komin at fremja, og trúfastur helt hann seg til at uppfylla profetini og líðin gekk hann í deyðan.
Sannleikans tími
Fyri meg var stórsta løtan í filminum, tá Jesus bleiv nelgdur á krossin og hann rópar av pínu samstundis sum hann biður fyri teimum sum krossfesta hann.
"Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!"
Seinastu orð Jesusar eru eisni orð sum fevna vítt.
"Elo’i, Elo’i! Lama sabaktani?" Tað er útlagt: "Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?"
Hesi orð Jeusar fara gjøgnum mønu og merg. Hvussu kundi faðirin fjala ásjón sína fyri sínum egna soni, ið mátti líða so nógv. Jesus úr Nazaret var føddur inn í heimin til eina uppgávu sum hann ikki mengaði at bera, men sum hann bar álíkavæl. Aftur mugu vit leita til orðini hjá Esaiasi:
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.Men hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu fáa frið, og við sárum Hansara eru vit grødd…."
Hvussu mong menniskju mugu ikki rópa somu orðini hjá Jesusi: Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær!
Rópini hjá Jesusi: "Abba, abba!" (á upprunamálinum) eru neyðarróp sum runga um salin, og tey fingu meg at hugsað um mennisku, sum eru stødd í neyð og sum í síni avmakt rópa til Harran um hjálp. Seinastu orð Jesusar lýsa eisini okkara menniskjaligu avmarkingar, men samstundis eru tey vónrík tí tað er ein faðir sum hoyrir bønir okkara. Tað er vón eftir deyða, er sterki boðskapurin í lívi Jesusar og hjá hinum líðandi mesias.
"Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín." vóru seinastu orð Jesusar og so gav hann upp anda.
Teir sum hava stríðst fyri at fingið hann deyðadómdan við øllum hugsandi snildum, hava einki at fegnast um nú Jesus úr Nazaret er deyður. Pilatus sum ikki vildi dómfella ein óskyldigan mann, men bangin fyri ófriði, lat mannin krossfesta av politiskum orðsøkum, hevur heldur einki at fegnast um. Øll vit sum speireka og flenna eftir Jesusi í líðingum hansara mugu ganga í okkum sjálvi og grunda ivir tað sum er farið fram, -brotsgerðin sum vit framdu!
Uppreisnin
Seinasta broti í filminum er uppreisnin. Har eru eingi orð. Vit síggja steinin fara frá grøvini og Jesus stíga út. Men hetta er hellan sum kristin trúgvin er fest á. Tað er lív eftir deyðan. Tað er vón fyri tí vónleysa. Henda trúgv hevur í øldir verið tann sum hevur lyft okkara forfedrum, tá teir stóðu fyri fallið, ella vóru í vanda. Eftir stendur spruningnurin hvør Jesus í Nazarett í verðuleikanum var. Var hann verðuliga sonur Guds, ella var hann ein vandamikil uppreistrarmaður, ein hóttan fyri sína samtíð og eftirtíð. Eg trúgvi tí fyrra, tí alt annað er ov dapurt at hugsað um.
Far til filmin
Filmurin gongur í Atlantis og fari eg at heita á tey sum ikki hava sæð filmin, um at taka sær stundir, millum droparnar í okkara hásummartíð, at síggja hetta meistarverkið av einum menniskja-málningi. Hann inniheldur ein breiða viftu av menniskjaligum eginleikum, góðum sum ringum.
Filmurin skal sjálvandi upplivast í Atlantis, og harvið stuðla tí arbeiði sum verður lagt í mentanarhús okkara.
John William Joensen




