Handilin hjá Sørin Z. Jacobsen hevur í morgun fingið nýggj og góð eplir
Í hesum verkfallstíðum økist sambandið til Skotland, og tá vit ringdu til handilin hjá Sørin Z. Jacobsen, kundu tey vátta at tey nú aftur hava eplir, wc-papír og nakað av grønum aftur í handlinum.
Tey bóðu okkum heilsa og siga at eplini vóru sera góð, so tað er bara at skunda sær til handils, meðan vørurnar eru at fáa.




