Leygardagin 21. august verður stórur dagur Hjá Vimu. Góð tilboð, kaffi við søtum og góðir gávukortsvinningar
Vit kenna øll dygdar tógvhandilin hjá Vimu á Nólsoyar Pálsgøtu. Vima Leivsgarð rekur handilin saman við sínum starvsfólkum.
Vit byrjaðu í Nolsoyar Pálsgøtu 1 í 2001. Síðani bygdu/fluttu vit í okkare egna handilin í 2013 og tað hava bæði vit og kundar okkara verið glað fyri, sigur Vima.
Vit byrjaðu við at selja tógv og føra nógv merkir, so sum Drops, Ístex o.a og bundið verur eisini úr øllum Føroyskum tógvi so sum Sirri, Snældan og Navia. Seinastu árini hava vit eisini frammleitt og selt okkara egnu ferdiggjørd pløgg húgvur, vøttir, troyggjur og teppir. Vit eru nú farin í holt við troyggjur og møttlar til føroysk klæðir. Føroyska bindibókin er íblástur undir tí mesta, men vit gera eisini uppskriftir sjálvi, upplýsir Vima
Vit hava eisini eina tógvheilsølu, har vit selja tógv til aðrar handlar og ferdigbundnar vørur, sigur Vima.
Nú vit fylla 20 ár ynskja vit at markerað tað leygardagin. Tað verður 20% avsláttur av øllum vørum. Fyri hvørjar 200 brúktar krónur í handilinum, so fær kundin ein lutaseðil, har vinningurin er eitt gávukort á 1.000 krónur, sigur Vima.
Vit gleða okkum at taka ímóti øllum vitjandi leygardgain og eg eri vís í at eingin fer ónøgdur útaftur, sigur Vima at enda við Norðlýsið






























