Við sínum tveimum uppleggum í gjár er Hjalgrím Elttør einsamallur á 2. plássi á ”assist” listanum hetta kappingarárið.
Bæði málini hjá KÍ móti Víkingi komu eftir somu uppskrift. Frísparksinnlegg frá Hjalgrím Elttør, har ódekkaðu Páll A. Klettskarð og Ndende Adama Guéye skallaðu bóltin í málið.
Alex Mellemgaard hevur við sínum 7 uppleggum framvegis lagt upp til flest mál, men nú er Hjalgrím bara eitt aftanfyri og einsamallur á 2. plássi áðrenn dystirnar í dag.
Upplegg listin sær soleiðis út nú:
7 upplegg:
Alex Mellemgaard (B36)
6 upplegg
Hjalgrím Elttør
4 upplegg:
Fróði Benjaminsen (HB)
Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur)
Súni Olsen (Víkingur)
Jákup á Borg (B36)
Jann Martin Mortensen (NSÍ)
Lukasz Cieslewicz (B36)
Klæmint A. Olsen(NSÍ)




