Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjalmar á Norðlýsinum

Jóhann Lützen

Vit hava fingið ein ungan mann á redaktiónina. Ungi viðoyingurin er komin inn gjøgnum Ung í Arbeiði skipanina hjá Klaksvíkar kommunu

Hjalmar Benjaminsson Fløhamar er 15 ára gamal og gongur í 9. flokki á Skúlatrøð. Hann er longu farin í gongd við at leggja tilfar á heimasíðuna og brúkar hesa fyrstu tíðina at seta seg inn í arbeiðsmannagongdirnar á Norðlýsinum, har hann sleppir at royna tær allarflestu. 

Norðlýsið luttekur í Ung í Arbeiði skipanini hjá Klaksvíkar kommunu, hvørs endamál er at skapa karmar, ið stimbra megina hjá teimum ungu, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum.