Í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna greiddi Hjálmar Hátún, havgranskari á Havstovuni, at botnfiskiskapurin á nærleiðunum møguliga fer at halda áfram at minka komandi árini vegna umhvørvisbroytingar. Tað kann tó eisini geva nýggjar veiðumøguleikar.
Evnið í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna er burðardyggur fiskiskapur á nærleiðunum. Verturin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevði sett fleiri viðkomandi serfrøðingum stevnu at viðgera støðuna og útlitini fyri botnfiskavinnuna. Marita Rasmussen, nýggi stjórin á Havstovuni, Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, og Anfinn Olsen, reiðari, vitjaðu sjónvarpsstovuna.
Sum havgranskari á Havstovuni hevur Hjálmar Hátún, phd, serligan áhuga í at greina, hvussu broytingar í havumhvørvinum kring Føroyar kunnu ávirka eitt nú nøgd av fiskayngli og ferðing hjá makreli. Hetta greiddi Hjálmar frá í áhugaverdari samrøðu í sendingini á Rás 1 í Televarpinum.



