Flestu av okkum kenna tað. Vit vakna upp til enn ein hektiskan dag. Vit renna aftur og fram fyri at smyrja matpakkar og gera børnini klár. Friðurin um morgunmatarborðið er ringur at finna. Nærveran og tann avslappandi løtan til børn okkara má útsetast til seinni, ímeðan útvarpstólið jamrar í sínum lag um vaksandi strongd í samfelagnum, hjúnarskilnaðir og fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

Hvussu eru vit sum foreldur við til at mynda okkara yngsta ættarlið? Raðfestingarnar skulu endurskoðast inn ímillum, og nú er brúk fyri at seta politisk átøk í verk hesum viðvíkjandi. Politisk átøk sum hava til endamáls at hjúkla um okkara minstu borgarar og um kjarnufamiljuna.
Hvussu skal hetta gerast? Nógv kann gerast, og skal eg nevna tvey átøk her, sum eg m.a. vil arbeiða fyri, um eg komi á ting:
Ansing av egnum børnum: Hetta er eitt tilboð sum hevur til endamáls at geva mammuni ella pápanum møguleika til at vera heima við barninum í upp til eitt ár eftir barsilstíðarskeiðið. Samstundis sum man fær eitt ískoyti, sum svarar til útreiðsluna sum kommunan hevur av at ansa barninum. Við hesum hevur familjan størri fleksibilitet til at seta dagligdagin saman eftir egnum tørvi, og foreldrini hava møguleika fyri at vera meira saman við børnunum ímeðan tey enn eru smá. Í verandi støðu er tað tó ikki heimild í dagstovnalógini til at seta eitt slíkt tilboð í verk í Føroyum. Lógin skal tí broytast, soleiðis at hetta tilboð kann setast í verk sum skjótast.
Differentiera barnafrádráttin: Sum nú er, fær man ein frádrátt í landsskattinum uppá 6.500 kr. pr. barn frá 0-18 ár, og umleið tann sama frádráttin í kommunuskattinum, tó alt eftir hvørji kommunu tú býrt í. Okkara ynski er at broyta í heimildini um áseting av frádráttinum, soleiðis at børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri kunnu fáa ein munandi hægri frádrátt enn tey eldru børnini, soleiðis at frádrátturin kann dekka ein størri part av ansingargjøldunum og øðrum útreiðslum sum eru við at eiga smábørn.
Lat okkum saman við Nýggja Sjálvstýrinum vera við til at raðfesta familjulívið og geva okkara børnum og foreldrunum tryggar og góðar karmar at liva og virka undir.
Bárður Kass Nielsen,
Nýtt Sjálvstýri