-Vit hava trupulleikar við at fáa læknar hendan veg, og sum er nú, arbeiða nærum allir okkara limir meira enn fulla tíð.
Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri Læknar) hevur 25.11.2016 hildið aðalfund smbr. viðtøkum felagsins.
Á fundinum varð ársroknskapur lagdur fram og góðkendur. Nýggi sáttmálin við Fíggjarmálaráðið, ið júst er júst undirskrivaður, var lagdur fram fyri limunum.
Afturat hesum varð íkomna støðan viðvíkjandi skerjingum á Landssjúkrahúsinum umrødd. Hjálparlæknaráðið tekur undir við Læknafelagnum og felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um at tað er sera óheppið, at tað skula sparast uppaftur fleiri pengar í sjúkrahúsverkinum. Serstakliga stillar Hjálparlæknaráðið seg spyrjandi viðv. ætlanini um at skerja í hjálparlæknastørvum.
– Vit hava trupulleikar við at fáa læknar hendan veg, og sum er nú, arbeiða nærum allir okkara limir meira enn fulla tíð.
Nevndin hevur skipað seg við Turið Holm Johannessen sum forkvinnu og Dávið Michelsen sum næstformanni. Harumframt er nevndin mannað við Eyð Tausen Magnussen, Amalia Danielsen, Kasper Kyhl og Sámal Jakobsen.




