Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hjaltur: – Vit verða frammi í nátt

Jóhann Lützen

Teir hava siglt góð 8 døgn og verða á fiskileið á Flemish Cap í nátt . Enn hevur Ågot tó ikki fingið fiskiloyvi frá Vørn.

Sum tað sæst á myndini hava teir ikki siglt í eini beinari linju móti Flemish Cap.

– Vit løgdu vestur móti Kappanum, mest fyri at hava viðvind. Nú er lítið av sjask inn á stýriborð, sigur Hjaltur Poulsen skipari.

– Vit verða nokk frammi í nátt, hava siglt 8 døgn. Vit koma nokk at bíða eftir fiskiloyvinum í trý døgn, sigur Hjaltur. 

Felagskvotan er 2491 tons í rundari vekt og Hjaltur vónar at teir fáa tveir túrar.

Klakkur, Kambur, Stapin og Eivind eru eisini á veg til Flemish Cap. Eingin teirra hevur heldur fingið fiskiloyvi.