Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartað aftur í eldrapolitikkin

Javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin heitir inniliga á samgonguna um at lurta eftir hjartanum viðhvørt. Serliga, tá tað snýr seg um okkara eldri, gomlu og sjúku. Tí í løtuni er vælferð Føroya í vanda.

Javnaðarflokkurin heitir inniliga á samgonguna um at lurta eftir hjartanum viðhvørt. Serliga, tá tað snýr seg um okkara eldri, gomlu og sjúku. Tí í løtuni er vælferð Føroya í vanda.

Samgongan hevur valt, at samfelagið skal rekast fyri sama krónutal ár um ár. Tað eru avleiðingar av hesum niðurlagingarpolitikki, sum okkara eldri borgarar, starvsfólk og avvarðandi nú kenna svian av.

Andstøðan hevur ferð eftir ferð ávarað ímóti hesum kalda høgrapolitikki. Eitt nú undir fíggjarlógarviðgerðunum, har andstøðan hevur gjørt vart við avleiðingarnar, um ikki lagt verður upp fyri prís- og lønarvøkstri. Men tíverri hevur samgongan tvíhildið um, at vælferðar-Føroyar skal rekast fyri júst sama krónutal.

Tað er skilligt, at starvsfólk, avvarðandi og brúkarar eru ørkymlað um støðuna, tí hetta er ikki tað Føroyar vit ynskja.

Tað kann ikki góðtakast, at búfólk á eldraøkinum fáa minni røkt, verri kost, færri ítrivstilboð, longri bíðitíðir, minni reingerð og ótryggari umstøður.

Tað kann ikki góðtast, at starvsfólk mugu renna skjótari, at faklærd starvsfólk verða útskift við bíligari arbeiðsmegi, at spart verður í náttarvaktum og eftirútbúgving.

Tað kann ikki góðtakast, at avvarðandi mugu liva í óvissu og ótryggleika um teirra kæru, sum tey høvdu álit á, at vælferðarsamfelagið skuldi taka hond um.

Veruleikin er tann, at búfólk, starvsfólk og avvarðandi nú kenna svian av tí høgrapolitikki, sum samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvsstýrisflokkin og Miðflokkin hava staðið fyri seinastu mánaðirnar.

Tí skal okkara inniliga áheitan á samgonguna vera, at finna hjartað fram úr gloymskuni.

Javnaðarflokkurin