Fríggjadagin fylti ediliga kirkjan í Klaksvík, Christianskirkjan, 60 ár. Hon er av sonnum eitt prýði fyri býin og ein tignarligur savningarstaður fyri bróðurpartin av norðoyingum. Umframt at vera andaligur miðdepil í býnum er Christianskirkjan eisini karmur um stóru lívshøgtíðirnar frá dópi umvegis ferming og brúdleyp til seinastu ferðina hiðani
Tað verður sagt um Christianskirkjuna, at hon var ringa samvitskan hjá dønum. Undir Læknastríðnum (1953-55) sendi danska stjórnin herskip til Klaksvíkar. Onkur í Føroyum hevði eftir øllum at døma tikið alt ov rívan til, tá biðið varð um “hjálp” til at loysa spentu støðuna, og komnir fram til Føroya sóu danir, at klaksvíkingar als ikki vóru tann stóra hóttanin, sum teir vórðu gjørdir til. Fyri líkasum at slætta viðurskiftini eftir ov ógvusliga átakið skulu danir so hava boðið sær til at gjalda Christianskirkjuna við boðum um, at har skuldi ikki sparast. Fólkakirkjan var tá danskt málsøki.
Á talvuni dygst við dyrnar úr kirkjuskipinum stendur, at kirkjan er nevnd eftir Christiani X., kongi 1912-1947, og Margretha drotning, ið hevur vitjað kirkjuna nógvar ferðir, hevur fegnast um, at ein so vøkur og hábærslig kirkja ber navn eftir abba hennara. Nakrir av fremstu kórsangarunum í landinum hava borið kirkjuni kvøðu fyri hennara framúr góða akustikk.
Í øllum førum er kirkjan í Klaksvík ein bæriligur varði, helst prýðiligasti bygningurin í øllum býnum. Kirkjan stóð liðug í 1963, og er fyrst og fremst gjørd úr føroyskum gróti. Eyðkenda og vakra altartalvan, ið eitur “Den store Nadver” er frá 1901, og hon avmyndar stóru kvøldmáltíðina úr Bíbliuni. Joakim Skovgaard (1856-1933) hevur málað, og stóri freskomálningurin varð upprunaliga málaður til Viborg Domkirke. Av tí at fukt íkom har, fekk fyrst listasavnið í Keypmannahavn málningin, og haðani varð hann latin Klaksvík. Kirkjan er bygd kring freskomálningin.
Í hinum endanum er eitt stórt, runt mosaikk-vindeyga, sum kanska ikki kemur til sín rætt sæð innanífrá, men sum er sera vakurt at líta á uttan. Eyðsýnt er hinvegin áttamannafarið í fullari stødd, ið hongur uppi í tróðrinum á kirkjuni. Tað er gamal prestbátur úr Norðoyggjum, sum í eldri tíð hoyrdi til Viðareiði, og sum er bøtt og upphongt í skipinum á kirkjuni.
Ómetaliga væleydnað og hegnisliga hevur Edward Fuglø skrýtt kirkjukjallaran í Christianskirkjuni. Við nærum livandi myndum og lutum hevur hann sameint bíbliusøguna við søguna hjá Norðoyggjum. Fara vit oman í kirkjukjallaran, sum eitt nú allir konfirmantar gera, sleppa vit á eina tíðarferð aftur til Urtagarðin í Eden, Jesu fyriboðan av Gabriel og føðing av Mariu Moy, men eisini til tá báturin á Skarði gekk burtur og til tá Norðoyggjar fingu ravmagn. Vit norðoyingar verða harvið drignir inn í myndirnar; tað er, sum at brádliga standa Gabriel og Golgata livandi í Klaksvík.
Leingi varð ivast í, um kirkjan skuldi hava torn. Øðrumegin var tað eitt dragandi sereyðkenni við kirkjuni í Klaksvík, at hon sum tann einasta í Føroyum onki torn hevði. Hinumegin vóru tað eisini fleiri, ið saknaðu tornið og hildu, at ein kirkja átti at hava torn; hon var ikki fullfíggjað kirkja uttan. Gylti millumvegurin varð funnin og torn sett upp skamt frá sjálvari kirkjuni. Harvið varðveitti kirkjan sítt sereyðkenni og fekk kortini saknaða tornið.
Við hesum reglum skal verða ynskt Christianskirkjuni hjartaliga tillukku á seksti ára degnum!



