Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartarúm er í Húsinum

klaksvik.fo

Lív er aftur komið í Húsið. Ungdómstilboðið, sum fevnir um frítíðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár, hevur verið hart rakt av koronu-støðuni, og tað hava vit merkt á teimum ungu. Nú gleðast vit um, at lív aftur er í Húsinum, sigur Beinta A. Gregersen, leiðari í Húsinum.

 

– Í hesum tíðarskeiðinum við koronu hava vit serliga lært tvey ting. Nummar eitt: tilboðið til tey ungu er neyðugt og gott. Nummar tvey: vit eiga at taka fleiri atlit, tá ið vit í longri tíðarskeið velja at avmarka eitt tilboð, sum er tengt at áliti og vanum.

– Tað er so deiligt at síggja tey ungu aftur. Vit hava saknað tey, og tey hava saknað okkum. Tað er ongin ivi um tað. Vit merkja tó, at vit onkursvegna skulu byggja vanar uppaftur. Atburður, málbrúk og húsreglur,  sum vit seta krøv til, skulu slípast og venjast eitt sindur aftur, men tað síggja vit ikki sum størstu avbjóðingina. Tey hava megnað tað fyrr, og tað koma tey at gera aftur, sigur Beinta Gregersen.

Beinta sigur, at stóra arbeiði liggur í at byggja upp álitið, sum hevur verið eitt kjarnuvirðið í virkseminum. Avmarkingarnar, sum hava merkt samfelagið, hevur givið teimum ungu eina ávísa skepsis til lívið.

– Starvsfólkini, sum vanliga hava verið tøk at hjálpa, stuðla og vegleiða teimum og práta við tey um viðurskifti, sum kunnu vera trupul at tosa um heima ella við sínar vinir, hava ikki í sama mun havt hendan møguleikan seinastu tíðina. Í roynd og veru hevur man avmarkað tey frá einari tryggari basu.

-Vit hava upplivað nakrar hendingar, har tað er týðiligt, at tað gongst verri hjá nøkrum ungum og møguliga kundu vit fyribyrgt onkrum óhepnum støðum, um Húsið var opið sum vanligt.

– Lívið hjá nógvum ungum hevur verið upplivað gjøgnum miðilin snap-chat, og tað kann skjótt gerast ósunt. Tí gleðast vit um, at vit aftur kunnu samla tey ungu, skipa fyri kappingum, spæla spøl, baka og fyrireika hugnalig tiltøk, sum fáa tey at hugsavna seg um felagsskapin, sum tey hava longst eftir, og sum vit avgjørt eisini hava saknað, sigur Beinta Gregersen.

28. februar fyllir Húsið 16 ár, og tá er ætlanin at skipa fyri onkrum hugnaligum tiltaki, sum vónandi eisini kann vera eitt tekin um, at trygga basan aftur er opin.