Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartastartarar á forsíðuni

Danial Viðoy

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu er nú innrættað við beinleiðis leinkju til hjartastartarar í kommununi á forsíðuni.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu er nú innrættað við beinleiðis leinkju til hjartastartarar í kommununi á forsíðuni.

Tá ið tørvur er á hjartastartara er tað altavgerandi, at tað er lætt og skjótt at finna tann nærmasta av slagnum.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu liggur leinkjan til kortið yvir hjartastartarar í norðoyggjum nú á forsíðuni. Leinkjan liggur niðast av teimum bláu kassunum í vinstra bredda, beint undir barna- og ungdómsvirðunum.

Soleiðis er tað skjótt og lætt at finna eitt yvirlit yvir hjartastartarar, tá ið tørvur er á teimum.

Umvegis leinkjuna sæst eitt kort yvir hjartastartarar í Klaksvíkar kommunu. Í skrivandi stund eru 12 hjartastartarar í kommununi, og við at halda músina yvir teir á kortinum, sæst ein mynd av, hvar teir hanga. Somuleiðis er kunning um, hvussu teir verða nýttir á kortinum umvegis leinkjuna.