Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjún skulu jarðast í somu grøv

John William Joensen

Til býráðsfundin í annaðkvøld er eitt mál sum hevur fingið drúgva viðgerð í nevndum og í býráði. Víst verður í hesum sambandi til at málið er viðgjørt fyrstu ferð í 1998.

Til býráðsfundin í annaðkvøld er eitt mál sum hevur fingið drúgva viðgerð í nevndum og í býráði. Víst verður í hesum sambandi til at málið er viðgjørt fyrstu ferð í 1998.

Kirkjugarðarnir úti í Grøv eru fleiri ferð útbygdir og skiftandi nevndir fyri kirkjugarðarnar hava leingi ynskt at fáa eina skipan har møguleiki er fyri at spara pláss við at jarða hjún í somu grøv, sum vanligt er aðrastaðni.

Hvørja ferð málið hevur verið til viðgerðar á býráðsfundum undir skiftandi býráðum er málið felt, men nú eru sannlíkindi fyri at málið verður samtykt.

Sum skilst er tó framvegis møguleiki fyri at hjún fáa hvør sína grøv um hetta er tað sum fólk ynskja.

Býráðið rindar allan kostnaðin fyri kirkjugarðar og vantandi fer hetta at spara býráðnum nógv av peningi tí tað kostar nógv at útvega øki til kirkjugarðar og at byggja út.

Harleywoodpaint