Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjúnabandið er bara ein stovnur fyri mann og kvinnu!

Tíðindaskriv

Mikukvøldið, 27. mai, skipaði Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni fyri eini almennari hoyring í mannarættindum í Posthúskjallaranum í Havn.

Eini 30-40 fólk vóru møtt upp til fundin, har nakrir fáir áhugabólkar vóru bodnir at lýsa síni sjónarmið, MBF, Amnesty, Pro Vita og LGBT, men fleiri einstaklingar tóku eisini orðið og vístu á brekir og tørvir hjá fleiri bólkum og einstaklingum í tí føroyska samfelagnum.

Ein, sum var møttur upp at lýða á og eisini tók orðið, var Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Hann helt, at ein slík hoyring var áhugaverd, men setti spurnartekin við, hvussu almenn og umboðandi ein hoyring er, sum bara er í einum kjallara í Havn eitt vanligt mikukvøld, og um tað ikki hevði verið rætt at havt slíkar hoyringar ymsastaðni kring landið. Hann spurdi eisini, hvør verður boðin við til eina slíka hoyring at bera síni sjónarmið fram.

Men tað, sum Jógvan á Lakjuni serliga legði dent á, var, at hann var komin higar at umboða og tala fyri allar teir nógvu føroyingar, sum framvegis vilja halda fast við, at hjúnabandið bara er ein stovnur fyri mann og kvinnu. Og hann vísti í hesum sambandi serliga á barnarættindasáttmálan hjá ST.

Jógvan argumenteraði soleiðis: “Hjúnabandið er per definitión ein stovnur fyri mann og kvinnu. Sambandið millum mammu, pápa og barn er einastandandi og púra ólíkt øllum øðrum sambondum.

Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi og gudgivnan rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Mamma og pápi eru einastandandi persónar í lívinum hjá einum barni. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug.

Børn eru ein gáva, ikki rættindi ella ein handilsvøra. Tað kann aldri vera ein rættur hjá vaksnum at skaffa sær planløgd faðirleys ella móðurleys børn, og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.”

Jógvan vísti í hesum sambandi á barnamannarættindasáttmálan, sum ásetur, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.

“Sum tíðin fer og upp á sikt fer henda ideologiin at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri sýni upp á menniskjavirði og børn, upp á relatiónir og skyldskap, upp á foreldraskap og hjúnalag.”

Jógvan á Lakjuni endaði við at siga, at hann ikki ivaðist í, at hann talaði vegna ein stóran meiriluta av føroyingum.