Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjúnarbandið – Heimið er hornasteinurin í samfelagnum

Immi Dam

Lat meg fyrst koma við eini stuttari frágreiðing, hvat ein hornasteinur er fyri nakað. Hornsteinurin er ikki, sum onkur heldur, grundarsteinurin í einum bygningi. Hevur tú nakrantíð hugt eftir lagaðu brúgvunum runt um í landinum, eitt nú brúnna um ánna í Funningi, so sært tú, at ovasti steinurin í lagingini, bindur alla grótlagingina saman. Hetta er hornasteinurin. Einaferð eg var staddur í Funningi, spurdi eg mann, ið kom framvið, hví ellivu steinar vóru lagaðir hvørjumegin hornasteinin frá erva niður á helluna. Svarið var greitt, hann treiv í vísuna (kvæði) “Tolv var desiplene elleve apostlene”. Betri kundi tað ikki sigast.

Lat meg fyrst koma við eini stuttari frágreiðing, hvat ein hornasteinur er fyri nakað. Hornsteinurin er ikki, sum onkur heldur, grundarsteinurin í einum bygningi. Hevur tú nakrantíð hugt eftir lagaðu brúgvunum runt um í landinum, eitt nú brúnna um ánna í Funningi, so sært tú, at ovasti steinurin í lagingini, bindur alla grótlagingina saman. Hetta er hornasteinurin. Einaferð eg var staddur í Funningi, spurdi eg mann, ið kom framvið, hví ellivu steinar vóru lagaðir hvørjumegin hornasteinin frá erva niður á helluna. Svarið var greitt, hann treiv í vísuna (kvæði) “Tolv var desiplene elleve apostlene”. Betri kundi tað ikki sigast.

Sum Jóan Petur uppi í Trøð tekur til í brúðarvísuni

Váharra hann segði, tað er ikki gott,

at maðurin livir so eina,

tí setti hann Ádam og Evu so brátt

í hjúnarbandið tað reina.

Tey tvey skulu vera so sum eitt

ta læru fedrarnir týða so greitt

tann læran hon er tann beina.

Í mínum ungu døgum, varð víst hávirðing fyri hjúnarbandinum. Hjúnarskilnaður var undantakið, ið altíð varð mett sum nakað óvanligt og harmuligt.

Tað var tí ein tryggari tíð hjá børnum og ungum. Sjálvandi var tað ein tíð, við nógv minni av materiellum virðum enn tað er í dag, men heimini hildu saman og komu betri ígjøgnum tíðina, sjálvt um tað ikki altíð var so nógv at taka av sum í dag.

Hjúnarbandið, heimið, er samfelagsins grundarlag. Riðar tað, riðar alt samfelagið. Hetta merkja vit í dag.

At siga Ja. Ja at vera maður og kona hevur størri týdning, enn eitt nýgift brúðarpar fatar.

Tá verður eisini sagt “ja, ja” at verða faðir og móðir og taka abyrgdina av tí.

“Ja, ja” til at taka ímóti teimun børnum, Harrin vil vælsigna tey við, um tað mangan krevur eitt ómetaligt stríð.

“Ja, ja” til at verja um tey í áhaldandi takksemi og uppala tey í gudsóttans gleði, so tey ganga fram í vísdómi og vøkstri hjá Gudi og monnum, og sjálvi læra at siga “ja, ja” og “nei, nei” uttan fariseiska sjálvgleði.

Hetta stóra og vælsignaða “arbeiði”, inniber vanliga, at húsmóðirin verður heima hjá børnunum, og at maðurin forvinnur til húsins tørv í sínum dagliga arbeiði.

Um hetta felags “ja, ja”, hevur til fylgju, at tey ikki uppnáa sama livistandard sum mong onnur, ger tað einki, tí tey hava ein hægri lívsstandard.

Eitthvørt tílíkt heim hevur samfelagsligan týdning, men tað verður tó hildið at vera”ótíðarhóskandi”.

Úr slíkum korum, koma borgarar ið ikki volda samfelaginum trupuleikar og sum evna at verða ljós fyrði onnur.

Tað finnast tíbetur enn, fleiri slíkar familjur enn vit geva okkum far um. Hesar virkað í tí stilla og fá leggja merki til tær.

Tað kunna vera slík heim, ið hava vakt sítt umhvørvið, so ”kjarnufamiljan” nú er við at koma úr tí vanabundnu niðurgerðing teimum mangan hevur verið fyri, og mangur spyr nú: Er tað hugsandi, hóast alt, at hetta man verða tað besta, fyri mann, konu, børn og ung?

So vítt eg veit, eru eingi av okkara landstýrisfólkum, fráskild og liva í einum nýggjum “parlagi” sum tað verður kallað. Hetta hevur eisini størri týdning, enn politisk áhugaði vanliga geva sær far um. Ei heldur letur tað seg gera, at landstýrisfólk, ið nú hava ein maka og seinri ein annan, kunnu verja um kjarnufamiljuna. Hvussu kunna tey av sonnum virka fyri varðveitan av samfelagnum, tá ið tey sjálvi bróta niður grundarlagið?

Skal kjarnufamiljan koma aftur til sín rætt, sum samfelagsins grundvøllur, skal meira enn áhugi til. – Umvending er neyðug. Ein viðurkenning av, at tær hugsanir, ein higartil hevur havt um hjúnarbandið, ikki einans eru skeivar, men syndugar. Tað má ein hjartans umvending til at siga “ja, ja” til Guds tankar.

So er ein avkláraður, hvat hjúnarbandinum viðvíkur – tá gongur tað frá ljósið til ljós. Tann fyrsti kærleikin firnast (eldist) ikki, men endurnýggjast støðugt. Tann góði hýrðurin verður loystur frá tí spottandi óndskapinum og uppgjørda tómleikanum og smeltar saman við tí reinu gleðini, ið er ótømandi.

Hvussu mong tað eru, ið fáa hesa náði, veit eg ikki, men bøn mín er, at hon má lutast fleiri.

At siga “ja, ja” at undirgeva seg, stríðir ímóti emanciperaðum (frígjørdum) kvinnuligum hugsanum, men skriftin talar um hetta, og hetta hevur gudgivnan týdning fyri Guds ætlan við hjúnarbandinum (Ef. 5,22)

Tó má hetta skiljast rætt, t.v.s. skiljast við Guds Ánda.

Samkoman (kirkjan) undirgevur seg við gleði Kristus, tó, undirgivni er mangan mangulfult, tí hon er ikki gripin av Kristi kærleika til sín. Samkoman livir sum oftast eftir síni egnu hugsan.

Nú stendur skriva um mannin, at hann skal elska konu sína, sum Kristus elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana. Tað hevur hann sagt “ja, ja” til við vígsluna, og tað ger ein og hvør kristin maður við gleði, um enn ofta sára ófullfíggjað.

Tá ápostulin skrivar, at konan skal undirgeva seg mannin, er hugsanin tann, at hon elskar hann so høgt, at hon við gleði yvirletur til hansara, at taka týðandi avgerðir – hon veit jú, hvussu høgt hann elskar hana, eisini tá kærleiki hansara ikki merkist serliga væl.

Hetta lærist neyvan eftir einum degi í nøkrum hjúnarbandi, men tað undirfulla er, at tað kann lærast. Treytin fyri tí er, at orðini “fyrigev mær”, koma á varrarnar, táið tað eru einastu orð, ið samsvarða við sannleikan.

Hetta orð hevur eina forloysandi kraft í samsvar við, at “Sannleikin skal gera okkum frí”. Tað kann vera, maðurin kennir tað sera eyðmýkjandi at siga hetta við konuna. Hevur hon ikki eisini skyld í hesi ósemju? Tað viðkemur ikki søkini; hann er skildugur at elska hana, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana, og tað hevur hann ikki gjørt. ”Fyrigev mær!”

Eg havi verið giftur í 45 ár, og má viðurkenna, at hesi orð ”fyrigev mær”, havi eg ikki lætt við at læra at brúka. Hetta vil siga, at eg komi til ljósið og vísi meg sum eg eri, ein mann sum er komin til kort í hjúnarbandsins yvirveldandi ríkidømi. Tó, ongantíð havi eg sagt hesi tvey orð, uttan at tey hava fingið vælsignaðar fylgir:

Fyrst lætnaði mítt egna hjarta. Har inni gjørdist ljóst.

Harnæst mátti eg undrast á, at kona mín elskaði meg ikki minni av tí, at mær tørvaði hennara fyrigeving, men meira.

Soleiðis verður tað “náttúrligt” fyri okkum at lýða á Harrans orð um hjúnarbandið, so tann kærleiki ræður, ið ikki er ráðaríkur frá mansins síðu og ei heldur er følsk undirbrotligheit frá hennara síðu.

Hetta er eitt stórt loyndarmál, sum Paulus málber seg. Frá hesum djúpi vella streymar av livandi vatni, so hjúnarbandið ongantíð stirnar, men endurnýggjast dag frá degi.

Kærleikin, ið sermerkti hveitibreyðsdagarnar, endurnýggjast, avklárast og undrast á, at tað er so ríkt, so vakurt, og so vælsignað? Ja, tað er tað!

Ætlanin við hjúnarbandinum er mansins og húsmóðursins eydna. Tey tæna Guds frelsusætlan í teirra ættarliði. Tey dýrka ikki hvønannan, men Gud. Tey vilja fegin kenna við vissu , í øllum førum, hvat vilji Guds er. Tey virða hátt gestablídni. Tey fylgja ikki við streyminum, men Harranum.”At liva Gudi nær er eydna mín”(Sálm.73,28), verður av eydnusomun hjúnaðarfeløgum endurgivið soleiðis: ”At liva Gudi nær er okkara gleði. Okkara álit hava vit sett til tann Harra, HARRAN, at vit kunna vitna um allar gerningar hans.”

Eydnan er ikki knýtt til pening, hús, innbúgv, sjónvarp, teldur, teldlar, bilar. Heldur ikki er eydnan knýtt til popularitet, succes, og stand. Einki av øllum hesum er ført fyri at metta menniskjans hjarta – tað skapir heldur hungur eftir meiri av øllum hesum og leiðir mong burtur frá tí sonnu eydnuni, ið er at liva í samljó við Skaparans vilja.

At liva Gudi nær – hugsa tær, at tað letur seg gera!

“Tit sum einaferð vóru langt burtur, eru nú komin nær, takka verði Kristi blóði”(Ef.2,13). So dýrt goldin er tilknýti (nærleikin) til Gud!

Eingin størri gáva enn henda finnist. At liva Honum nær, sum eingin kann tola at síggja! At hava tætt samfelag við Hann! At kalla Hann “Faðir”!

Í hesi veldigu gávu liggur lívsins sanna og æviga óvikandi eydna. Tá hetta “gongur upp” fyri einum hjúnum, fyllist heim teirra av takksemi; tað er einasta svar til eina slíka undurfulla gávu, og takksemi ger, at alt verður gjørt av hjarta fyri Hann.

Eitt heim við slíkari ávirkan á børnini, vil eisini læra tey, at siga “ja, ja” og “nei, nei”. Hetta elvir til mótvilja og mótstøðu frá tíðarandanum í dag. Dagurin vil uttan iva koma, tá slíkt ikki verður tolt. Heldur ikki tað kan taka eydnuna frá teimun.

“Og taka teir várt lív, fæ, frælsi, barn og vív,

í Guds frið, hvussu fer, tað teimum gagn ei ger,

Guds ríki okkum ognast.”

Soleiðis syngur Martin Luther, og sálmur hansara kann skjótt gerast viðkomandi, soleiðis sum ágangurin er á hjúnabandið og familjuna.

Immi Dam