Uppskot um broyting í hjúnarbandslógini verður sent løgmansskrivstovuni í dag, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum einsamøll fer at leggja uppskotið fram.
Tað váttaði hon fyri KVF í dag. Hon ivast heldur ikki í, at uppskotið verður samtykt, har samkynd sleppa at giftast borgarliga.




