Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HM og EM stjørnur verða altíð yvirmettar

John William Joensen

Ringast hugsandi tíðarbilið hjá fótbóltsfeløgum at keypa leikarar er meðan HM ella EM er í hæddini. Ein leikari sum hevur klára seg væl til eina heimsmeistarakapping er út lúgvaður tá vanligu kappingarnar byrja um heysti og harafturat er sannlíkt at hann er mettur av góðum fótbólts upplivingum, viðgekk Sir Alex Ferguson eftir at hann legði frá sær sum venjari hjá Manchester United.

Ringast hugsandi tíðarbilið hjá fótbóltsfeløgum at keypa leikarar er meðan HM ella EM er í hæddini. Ein leikari sum hevur klára seg væl til eina heimsmeistarakapping er út lúgvaður tá vanligu kappingarnar byrja um heysti og harafturat er sannlíkt at hann er mettur av góðum fótbólts upplivingum, viðgekk Sir Alex Ferguson eftir at hann legði frá sær sum venjari hjá Manchester United.

– Eg var altíð varðin við at keypa leikarar sum høvdu klára seg væl til eina HM ella EM kapping. Men í 1996 gjørdi eg av at keypa Jordi Cruyff og Karel Poborský eftir at eg og mong onnur løgdu merki til teir í Evropa Meistara kappingini. Men tá teir komu til United kendi eg tað sum at eg ongantíð fekk eins nógv burtur úr teimum í United sum teir góðu teirra egna landsliði hetta summarið. Teir vóru ikki vánalig keyp men onkuntíð eru leikarar sera uppsettir til stóru altjóða kappingarnar og tá teir so skulu leika í heimligu kappingunum eru teir bara ikki eins motiveraðir, segði Alex Ferguson.

Keypir felag leikara út frá hvussu hann klárar seg í einum endaspælið so er grundarlagið undir metingini sera fáir dystir. Eitt tað besta dømi var danski landsliðsleikarin John Faxe Jensen sum Arsenal keypti í julimánað 1992. Beint frammanundan hevði hann skora eitt sera gott mál – eitt langskot í sjálvari EM finaluni móti Týsklandi. George Graham, sum tá var venjari í Arsenal, greiddi fjølmiðlum frá at Jensen var ein miðvallari sum kundi gera mál.

Men hetta vísti seg ikki at verða rætt. Málið ímóti Týsklandi vísti seg at verða eitt eindømi og tað gingu ár áðrenn Jensen skoraði fyri Arsenal. Tá Jensen fór frá Arsenal hevði hann skora eitt mál í fýra ár.

Málið móti Týsklandi var tað sum gjørdi at leiðslan í Arsenal avgjørdi at keypa leikaran. Hetta er eitt dømi um hvussu heilin minnist til tað sum var heilt serligt og hvussu hendan upplýsing ávirkar avgerðir. At yvirbjóða fyri at fáa hendir á hesum stjørnunum har grundarlagið er seinasta avrikið hjá viðkomandi er ein stórur trupulleiki. Tí reint vísindaliga er tað sum ein leikari gjørdi seinasta dyst ikki mest sannlíkt tað sum ein leikari vanliga avrikar.

Real Madrid er felagið fram um onnur sum elskar stjørnur sum skora mál. Hetta er serliga tí at viðhaldsfólkini elska hetta fyribrigdi. Madrid ( ella Newcastle ella Marseille í Fraklandi) gera í veruleikanum einki fyri at hugsað rationelt tá tey keypa leikarar. Hesi feløg hava slett ikki sum mál at fáa bestu úrslitini fyri minsta peningin. Tá Forsetin Florentino Pérez legði 1.263.793.600 kr. á borið fyri at keypa Cristiano Ronaldo og Kaka í 2009 er sera sannlíkt at hann helt seg hava rinda meira fyri hesa greipuna enn hann fór at fáa aftur í úrslitum og inntøkum. Men við hesum keypinum ( eins og Newcastle gjørdi við at keypa Michael Owen frá Madrid fyri 157.974.200 kr) skaptu feløgini eitt fjølmiðla show fyri viðhaldsfólk um allan heimin. Alex Ferguson greiður frá at við at keypa Ronaldo fyri 743.408.000 kr. í reiðum peningi frá United kundi forsetin í Real Madrid siga við allan fótbóltsheimin: ”Vit í Real Madrid eru størstur millum tey stóru í fótbóltsheiminum!” Fýra ár seinri segði forsetin tað sama tá felagið keypti Gareth Bale. Neyvan nakar í Madrid trúði at hesin walisin var tvífalt so góður sum t.d. Mesut Øzil – sum varð seldur til Arsenal fyri helvtina av tí sum Bale fór fyri. Men støddin á krónuvirðinum økti um virði millum mannað fyri felagnum. At rinda næsta 800 mió. kr. fyri ein leikara hevur einkið við handilsskap ella ítróttarlig avrik at gera og tað er tað heldur eingin í Real Madrid sum leggur í. Felagið er nevniliga ikki eitt handilshús. Real Madrid er eitt sokallað ”populistiskt-demokrati”.

At keypa kendar leikarar er ein máti at siga ; ” Hyggið her – vit eru eitt stórt felag!” Øll í felagnum fáa eina kenslu av at verða størst og sterkast. Christoph Biermann, skrivar í fyrstu bók síni um fótbólt&fakta ”Die Fussball-Matrix” eitt sitat sum hann hevur frá einum forseta í felag úr týsku Bundesliguni at venjari felagsins gjørdist so glaður og stoltur hvørja ferð felagið keypti ein dýran leikara. Biermann útgreinar: ” Fyri hendan fótbólts venjaran vóru dýru leikara keypini eitt status symbol og vístu øllum heiminum hvat felag hansara var ført fyri. Mín bilur, míni hús og míni stjørnu keyp!”

Tá eitt felag keypir ein dýran og kendan leikara vaksa forvantningar hjá viðhaldsfólkunum til felagið og hetta skapar ein sera góðan stemning kring felagið. Við keypinum fáa viðhaldsfólkini eina kenslu av at leiðslan setur eina nýggja kós og hevur framburð og hendan kenslan kann verða eins góð sum veruliga at vinna felagnum ítróttarlig úrslit. Í mongum føri eru leikara keyp mátin sum feløg brúka at skapa forvantning og góðan stemning millum viðhaldsfólk í summar steðginum tá annars eingin aktivitetur er. Ein háttur sum verður brúktur fyri at hava nøgd viðskiftafólk. (Dømi eru eisini um at summir venjarar keypa leikarar fyri at vinna sær sjálvum eyka inntøku eins og Graham gjørdi tá hann keypti John Faxe Jensen, men tað er ein onnur søga).

Leikara við ávísum tjóðskapið eru yvirmettir.

Tað er ein sannroynd at fótbóltsfeløg rinda meira fyri leikarar frá ávísum londum. Amerikanski málverjin Kasey Keller sigur at á transfer marknaðinum er tað sera gott at verða hollendari. Giovanni van Bronckhorst er tað besta dømi, sigur Keller í bókini hjá Biermann. Hann fór frá Rangers til Arsenal og var ein total fiasko. Hvar fór hann síðani – jú, til Barcelona!! Hatta megna bara hollendarar – var hann amerikumaður var hann sendur beinleiðis heim aftur til USA.

Fyri kortum eru leikarar úr Belgien komnir á móta hjá fótbóltsfeløgunum. Men teir sum støðugt hava hægsta kursin eru brasiliumenn. Fótbóltsleikarar úr Brasiliu eru vorðnir eitt hugtak eins og franskir kokkar eru í matstovu ídnaðinum. Rætti tjóðskapurin hevur stórt virði tí tað er ikki tað sama at keypa leikara úr Íslandi ella Danmark. Ein agentur sum hevði selt nakrar lítið merkisverdar leikarar úr Brasiliu til Føroyar og Ísland hevur sagt: ” Tað er sera hugstoytt at staðfesta tann veruleika at tað er nógv lættari at selja ein vánaligan brasiliumann enn ein góðan leikara úr t.d. Mexico. Brasiliumenn eru ímynd av gleði, rytmu, fest og karnival. Sæð burtur frá fótbólts eginleikum er tað nakað serligt at hava ein brasiliumann í hópinum.

Eitt seriøst felaga leggur seg sjálvandi eftir at keypa ”ó-modernaðar” leikarar úr londum sum Bolivia ella Russlandi – fyri ein nógv bíligari penga.

Trúgv tí ella ikki – menn elska blondinur

Eitt ávíst enskt premier league felag beit merki í at ein av leikara-skótum felagsins, sum keypti ungar leikarar til felagið, og sum fylgdi við ungdómsfótbólti, altíð var heitur talsmaður fyri ljóshærdum ungum leikarum. Ein kanning vísti at ein orsøk kundi verða at tá tú eygleiðir ein fótbóltsdyst við 22 nærum eins leikarum har eingin hevur gjørt nakað sermerkt ella hevur fingið eitt umdømi – er nattúrligt at heilin leggur merki til frávik sum hvíthærdu leikararnar. Liturin fangar eygað og heilan uttan nakra serliga orsøk.

Hesin fyrimunurin hjá blodinum er óivað avtakandi so hvørt sum leikarar eldast og byrja at upparbeiða sítt egna umdømi.

Eisini legði leiðslan í amerikanska ”bace-ball” felagnum, Oakland, merki til at teirra fótbólts-skótar høvdu ymiskt sum teir í hvør sínum lagið løgdu til merkis út frá útsjóndini hjá ungu spælarunum. Feitir loftarar, klænir rennarar og serliga vakrir unglingar høvdu høgan kurs. Niðurstøðan var at talent-skótarnir hugdu eftir leikarum sum í útsjónd líktust burtur úr fjøldini. Í fótbólti ber kanska til at staðfesta at blondinur hava høgan kurs. Hetta kann greiðast á tann hátt at fyri heilan hjá menniskjum eru upplýsingar sum eru lætt atkomiligir ella sum heilin býtir serligt merki í, er eisini tað sum hevur størstu ávirkan á tær avgerðir sum vit taka. Sjálvt tá hesir upplýsingar í veruleikanum einki hava at siga. Heilin festir seg við blondinir tí tær eru frávik úr heildini.

Hetta eru menniskjaligir feilir ella frávik og hesi hava týðandi pláss í fótbóltsheiminum.

kelda: Scoccernomic 2014

Hægri lønir til fótbóltsspælarar geva bestu úrslitini

Føroyar er landið við flestu fótbóltsfjepparunum