Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HM undankapping: Í morgin skal slagið standa

Jákup Ósá

Fyrsti undankappingardysturin í Italia verður leiktur í morgin.

Góðu avrikini hjá U21 landsliðnum í HM endaspælinum í fjør hava helst økt um spenningin um, hvussu man fara at gangast hjá A-landsliðnum í undankappingini, ið verður spæld í italia, har nógvir av teimum somu leikarunum eru við. 

 

Fyrsti dysturin er í morgin móti Ukraine. Ukraine verður styrkismett sum tað næst sterkasta í bólkinum eftir Rumenia, meðan Italia er styrkismett sum nummar trý. Dysturin í morgin byrjar kl. 15.30 og kann síggjast hjá KVF og hoyrast á Rás 2. 

 

Hópurin er hesin:

Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Kjartan Johansen, Fyllingen
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgni Klein Olsen, Kyndil