Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HM/EM LANDSLIÐIÐ: Klaksvíkin væl umboða

Tíðindaskriv

Tað eru fýra leikarar úr Mjølni við á landsliðnum í ár. Og hetta eru royndir leikarar, sum seinastu árini hava slitið sínar flogbóltsskógar í Danmark; harav tær í ár m.a. vunnu bronsu í donsku kappingini.

Hóast sín unga aldur, so hava tær longu nógvar landsdystir í kroppinum, tí m.a. Birgit Guttsen, sum kanska ikki er ektaður klaksvíksingur, longu skal nú skal spæla sín 47 landsdyst. Birgit hevur upprunaliga spælt við SÍ og er ættað úr Bø, men seinastu árini áðrenn hon fór til Danmarkar leikti hon við Mjølni.

Teir “ektaðu” Klaksvíksingarnir eru Purkhús-systrarnar Elisabeth og Sofía Purkhús og Eina Kalsø.

Hvør minnist ikki tað, tá tað var kunngjørt, at tað var Sofía Purkhús, sum var vald til besta flogbóltsleikara í kongaríkinum – hetta hevur ikki nøkur onnur føroysk ítróttagrein megnað.

Systurin Elisabeth hevur eisini havt eitt gott kappingarár, og var eisini ovaliga millum teir bestu miðblokkarnar í Danmark. Sofía og Elisabeth leika ávikavist sín 32. og 14. landsdyst mánakvøldið.

Eina Kalsø er ein tann mest royndi hevarin vit hava í løtuni. Hon skal nú leika sín landsdyst nr. 32, men enn er langt á mál, um hon skal røkka metinum hjá mammuni Marjun Kalsø, sum leikti omanfyri 100 landsdystir.

Nærri lýsing av leikarunum:

Navn: Hædd Aldur Leikapláss Landsdystir
Eina Stephania Kalsø 170 25 Hevari 31
Elisabeth Purkhús 180 25 Mið blokkur 13
Sofía Purkhús 180 23 Áleypari 31
Birgit Guttesen 178 25 Diagonalur 46

Føroyar spæla sín fyrsta landsdyst í kappingini ímóti Írland mánakvøldið kl. 20,00.

Harleyfacadeacryl