Eg eri sera væl nøgd við at Fiskivinnu Nevndin í dag hevur tikið fult undir við at neyðugt er at seta tiltøk í verk móti Føroyum, sigur Maria Damanaki í viðmerking seinrapartin í dag. Hóast fleiri áheitanir er enn einki konkret uppskot komið úr Føroyum til samráðingar
Eg eri sera væl nøgd við at fiskivinnu nevndin í dag hevur tikið fult undir við at neyðugt er at seta tiltøk í verk móti Føroyum, sigur Maria Damanaki í viðmerking seinrapartin í dag.
Fiskivinnunevndin hjá ES sum er mannað av øllum limlondunum í ES hevur í dag samtykt uppskot frá kommisjónini um handilstiltøk móti Føroyum.
Fiskivinnu kommisserurin hjá ES, Maria Damanaki er sera væl nøgd við stuðulin sum gevur ES kommisjónini møguleika at seta tiltøk í verk fyri at steðga føroysku silda veiðuni sum ikki er burðardygg.
Endaliga avgerðin verður tikin av ES kommisjónini í august og vantast kann at talan verður um bann av inn og útflutningi av sild og makreli, samstundis sum føroysk skip fáa bann at koma í ES havn.
– Vit hava roynt at fingið eina samráðingar loysn – men føroyska landsstýrið er enn ikki komið við einum konkretum uppleggið til samráðingar. Av tí at føroysku myndugleikarnir nokta at samstarva hevur kommisjónin ikki aðrar møguleikar enn at seta tiltøk í verk fyri at steðga føroysku ránsveiðuni, sigur Maria Damanaki í viðmerking seinrapartin.
ES Kommisjónin skrivaði í brævið til føroyska landsstýrið tann 11. juli at skullu samráðingar verða mugu føroyskir myndugleikar koma við einum konkretum uppskotið um hvussu stóran part føroyingar vilja hava. Enn er einki slíkt uppskot komið úr Føroyum og tí verða heldur ongar samráðingar, verður sagt av talsmanni hjá ES kommisjónini.
Víðfevnd tiltøk
Sambært ES kommiserinum verða handilstiltøkin grunda á grein fýra í ”Sanktions Instrumentet” og kann umfata øll tiltøkini sum nevnd eru í lógini:
….Banna innflutningi av ávísum fiskasløgum umframtfiskaúrdráttum frá hesum fiskasløgum…..Banna fiskiskipum og farmaskipum sum flyta fisk hjá londumsum ikki fiska burðardygt at koma í ES havn…. Banna fíggjarligum samstarvið so sum sølu og keyp av skipum. ….Banna útflutningi av tekniskari útgerð til skip ….Banna øllum privatum handilssamstarvið í samband við fiskingav ávísum fiskasløgum….




