Ikki kann sigast annað enn, at rættulig vend er komin í hjá útróðrarmonnunum. Tað sæst eisini aftur í, at hugurin at fara til útróðrar, hóast streymurin ikki er góður, hevur gjørt, at bátar hava verið til útróðrar allar hesar seinastu dagarnar, nú vit hava havt eina harða mysing.
Bátarnir her í Norðoyggjum hava verið mest sunnanfyri. Fyri løtu síðani tosaðu vit við Gundur Sørensen, umborð á Silvitni. Vit hava góð 4000 pund í dag á 27 stampum. Vit hava verið úti nú hesar tríggjar dagarnar og fiskiskapurin hevur ligið um 4000 og 4.500 pund. Vit eru bara tveir mans, so vit kunnu ikki lata illa at.
Janus Sørensen á Brandi tosaðu vit eisini við. Janus sigur, at teir eru heima ídag og gera línu til. Tað hevur annars gingið sera væl hjá okkum Vit hava avreitt tvær ferðir hesa vikuna ávikavist 6.500 pund og 7.500 pund harav 2/3 hava verið toskur. Nú siga veðurmenninir frá keðiligum veðri, so nú fáa vit helst frí nakrar dagar, leggur hann afturat.
Til Fiskamarknaðin hava Líðhamar og Bragd givið upp í gjár, Líðhamar góð 5.000 pund og Bragd 5.200 pund. Líðhamar er sunnanfyri í dag, men vit hava ikki frætt frá honum.



