Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hóast herverk í morgun, er lagið gott

Oliver Joensen

Tað siga tey, ið komin eru til Klaksvíkar við báti í morgun. Nógv fólk eru komin til býin og hóast friðarligt hevur verið sum heild, slupp teir, sum eru komnir higar við báti ikki heilt undan herverki. Tíðliga í morgin ella seint í nátt, hevur onkur hegla niður ein standpost har bátarnir fáa vatn og el. Ein av bátseigarunum segði í morgun, at teir vóru uppi í nátt og umvældu standarin og fingu steðga vatninum, ið sprændi úr postinum.

Annars er lagið gott á Stongunum, veðrið er av tí allar besta, bláur himmal og og deyðastilt, so tað sær spennandi út fyri dystinum í kvøld og konsertunum. Væntað verður at hópur av fólki fer at leitað sær til Klaksvíkar í dag.

Harleywoodpaint