Størru útróðrarbátarnir, sum rógva út við línu, hava framvegis góðan fiskiskap. Ikki tíð, hetta skuldi ikki verið besta tíð, men enn bragdar. Í dag er Bragd á veg á Klaksvík til avreiðingar. Tá vit tosaðu við skiparan, Oddmar Niclasen fyri løtu síðani, segði hann, at teir hava um 9.500 pund í dag. Umleið 4000 av toski, restin er hýsa og góð hýsa, legði hann afturat.
Norðsøka hava vit eisini práta við, teir siga hava um 4.400 pund av hýsu og 3000 pund av toski. Plastbáturin Stakkavík hevur eisini verið á útiróðri í dag og sambart Fiskamarknaðin so hava teir mett seg til 5.300 pund.



