Hóast tað framvegis er ósemja í samgonguni um høvuðsmálini, roynir landstýrið at fáa meiriluta í løgtinginum fyri fiskivinnunýskipanini.
Stór ósemja er m.a. um økiskvotirnar, sum Tjóðveldi framvegis heldur fast við. Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil sleppa at deila ein part av kvotunum út til ávís øki í landinum, men hetta er ósemja um í samgonguni, og sum skilst er hendan ósemjan uttanfyri vinnunevndina.
Serliga er tað tingmaðurin hjá Tjóðveldi úr Vestmanna, Pauli Trond Petersen, sum heldur fast við økiskvoturnar.
Full semja er heldur ikki um uppboðsøluna hóast landsstýrismaðurin hevur slaka nakað og lækka prosentpartin, sum skal á uppboðssølu av ávísum fiskasløgum.
Í Tingið hóast ósemju
Í gjár váttaði forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen fyri KVF, at eingin semja var í samgonguni, men at nevndin arbeiddi víðari við málinum, og at hon framvegis hevði vón um at finna eina semju.
Málið er á skránni fyri fundin hjá vinnunevndini mánadagin, men ikki á skránni fyri fundin týsdagin. Sum skilst verður roynt at fáa málið úr Vinnunevndini til tingfundin í dag, sum byrjar klokkan tíggju, hóast full semja ikki er í samgonguni. Við at trýsta tingið til at atkvøða um fiskivinnunýskipanina royna samgonguleiðararnir at trýsta einstøku tinglimirnar uppá pláss. Fellur málið í tinginum er eingin samgonga longur.
Harafturat hevur Landstýrismaðurin gjørt greitt, at verður eingin semja um fiskivinnunýskipanina, verður flotin lagdur við bryggju 1. januar. Landstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ferð ikki at lýsa kunngerð, sum letur verandi skipan halda fram, sum hann annars hevur heimild til sambært galdandi lóggávu um vinnuligan fiskiskap.
Andstøðan hevur meirilutan í Vinnunevndini og sum skilst er meirilutin samdur um sítt álit til løgtingið, so tað verður ikki neyðugt at bíðja eftir andstøðuni.



