Ikki kann sigast annað enn at Stjørnan vann sera trygt á VÍF í dag i bestu kvinnudeildini í hondbólti.
Tað var VÍF, sum legði betur út, og kom framum 5-2. Men so tók Stjørnan sær um reiggj, og hálvleiksstøðan gjørdist 16-9 til Stjørnuna.
Nú mundu flestu stjørnuáskoðarar rokna við einum løttum øðrum hálvleiki á upprykkjarunum VÍF, men so var ikki. Tað tóktist sum um spælið hjá VÍF var betur skipað enn okkara og sigast má, at VÍF hekk sera væl við, hóast tað skræðnaði seinastu minuttirnar, tá endaliga úrslitið gjørdist 33-19 til Stjørnuna.
Helst boðar hesin dysturin frá, at kappingin í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnunum verður sera spennandi í vetur.




